Ongi úrslit

Talið á fosturtøkum er minkað

Áki Bertholdsen
11. mars kl. 12:56

Í fjør vórðu 33 fosturtøkur í Føroyum. Tað eru 10 færri enn í fyrrárið, tá ið 43 fosturtøkur vórðu framdar á Landssjúkrahúsinum.

Men sum heild eru munandi færri fosturtøkur í Føroyum hesi seinastu árini enn tað fóru fyrr - serliga tá ið hugsað verður um, hvussu nógv fólkatalið er vaksið hesi árini.

Seinni helvt av 1980-unum var talið á fosturtøkum av tí mesta og tá vóru um 80-85 fosturtøkur um árið. Men fyrru helvt í nítiárunum minkaði tað niður móti 60 fosturtøkum um árið.

Seinast í nítiárunum minkaði tað aftur niður um 50 fosturtøkur um árið og hesi seinastur árini hevur tað ligið ímillum 20 og 40 fosturtøkur um árið.

Men árini 2023 og 2024, var talið aftur eitt sindur hægri, tí tá vórðu ávikavist 42 og 43 fosturtøku í Føroyum. Men í fjør fall tað so aftur niður í 33.

Men sum heild er talið á fosturtøkum í Føroyum, 30 prosent lægri enn tað var fyri 25 árum síðani.   

Talvan niðan fyri vísir talið á fosturtøkum hesi seinastu árini frá 1994 til í fjør.

Eisini tá ið hugt verður eftir talinum á fosturtøkum fyri hvørji 1.000 livandi fødd børn, er talið lækkað og í fjør vóru tað 51,4 fosturtøkur fyri hvørji 1.000 livandi fødd børn. Men hesi seinastu árini hevur tað ongantíð verið yvir 100.  

Hetta er nógv lægsta tal í Norðurlondum, tí í hinum londum eru ímillum 200 og 300 fosturtøku fyri hvørji 1.000 livandi børn.

Tær flestu kvinnurnar, sum fáa fosturtøku, eru ímillum 30-34 ár, men annars eru tað kvinnur í øllum aldursbólkum, úr 15 -19 ár, upp í 45 -49 ár.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Silvurdrongur takkar fyri seg

22 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

23 tímar síðan