Ongi úrslit

Tað verður leitað eftir fosturheimum

Barnaverndarstovan leitar eftir umlættingarfamiljum kring landið

Jonhard Hammer
16 tímar síðan

Barnaverndarstovan leitar eftir fosturheimum, fosturfamiljum og umlættingarfamiljum.

Barnaverndarstovan skrivar soleiðis:

Børn, sum hava brúk fyri fosturheimum, eru ymisk eins og onnur børn. Tey hava tað til felags, at tey styttri ella longri tíðarskeið ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum. Tey hava tørv á nógvari umsorgan og at verða sædd, hoyrd og skilt.

Í løtuni manglar okkum bæði fosturfamiljur og umlættingarfamiljur kring alt landið.

Sum umlættingarforeldur ert tú um eitt ella fleiri børn í nakrar dagar í senn, til dømis annað – ella  triðjahvørt vikuskifti. Uppgávan hjá umlættingarfamiljum skal geva barninum støðugar og tryggar karmar umframt at stuðla menningini hjá barninum.

Leikluturin er ofta sum ommur, abbar ella onnur familja, skrivar Barnaverndarstovan.

Á heimasíðuni bvs.fo stendur soleiðis:

Tú søkir um at gerast fosturforeldur á Vanganum, og tað merkir, at tú mást at hava Samleikan hjá Talgildu. Eru tit eitt par, ið søkir, mugu báðir partar hava Samleikan. Sí nærri um Samleikan.

Tá Fosturforeldraskipanin hevur fingið umsóknina, byrjar góðkenningartilgongdin. Familjuviðurskifti verða kannað, og mett verður um, hvørt tú/tit lúka treytirnar og hava førleikar til at gerast fosturforeldur.

Verður umsóknin góðkend til uppgávuna, verður tú/tit skrásett í skipanini. Avtala verður gjørd um, at tú/tit skulu vera tøk at taka ímóti einum barni, tá tørvur er á tí. Fosturforeldur til tað einstaka barnið verða altíð vald út frá tørvinum hjá barninum.

Týdningarmikið er at fyrireika seg væl til uppgávuna sum fosturforeldur. Tí er gott at hava umhugsað og umrøtt ymisk viðurskifti, sum kunnu gera seg galdandi í fosturfamiljum. 

Fosturforeldur skulu eisini á lógarásett skeið fyri fosturforeldur.

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

Í gjár kl. 09:29

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37