Ongi úrslit

Tað verða alsamt fleiri kvinnur og færri menn

Áki Bertholdsen
4. november 2025 kl. 16:15

Lærarayrkið er nú við at verða eitt kvinnustarv burturav.

Skúlablaðið hevur gjørt eina uppgerð og hon vísir, at í oktobur í ár vóru 529 kvinnur og 177 menn lærarar í fólkaskúlanum.

Tað svarar til, at 75 prosent av lærarunum eru kvinnur og 25 prosent eru menn.

Í 2005 vóru 53 prosent av lærarunum, kvinnur og 47 prosent vóru menn. Síðan er parturin av kvinnum í lærarayrkinum vaksin til 61 prosent í 2010, 64 prosent í 2016, 72 prosent í 2020 og til 75 prosent í dag.

Skúlablaðið skrivar, at í 2005 var annar hvør lærari, maður, Men síðani er talið á monnum, ið eru lærarar í fólkaskúlanum, alsamt fallið, so at nú er tað bara fjórði hvør lærari, sum er maður.

Hyggja vit at tølunum, hvussu nógv eru útbúgvin sum lærarar á Námsvísindadeildini, eru 70 prosent av útbúnu lærarunum kvinnur og 30 prosent eru menn.

Sostatt kunnu vit rokna við, at hetta verður býtið næstu árini, sigur Skúlablaðið.

Tølini eru fyri lærarar í fólkaskúlanum, tá ið skúlaleiðslur og vikarar ikki eru tikin við í útrokningina.

Verða skúlaleiðslur, og ólærdir vikarar taldir við, vóru tað 73 prosent kvinnur og 27 prosent, vóru menn í 2025.

Í 2020 var býtið 70 prosent kvinnur og 30 prosent menn.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

19 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16