Ongi úrslit

Tað var rómur og fagnaður í Runavík

Stór mannfjøld – mett verður eini 1500 fólk – var savnað, tá ið tað við stórfingnum hátíðarhaldi varð markerað, at svimjihøllin í Runavík nú er liðug

Jóannes Hansen
14 tímar síðan

Tað hevur verið bíðað eftir henni í fleiri enn 60 ár, og tað ein sonn fagnaðarløta, tá ið tað í kvøld var markerað, at nú er svimjihøllin í Runavík liðug. Um ein mánað ella so verður hon opin fyri almenninginum.

Stór mannfjøld – kanska eini 1500 fólk – var í Bylgjuni, nú ein lon er løgd aftrat ítróttardeplinum. Nes Sóknar Musikkfelag spældi, meðan fólkið savnaðir. Urd Johannesen stjórnaði væl skipaða hátíðarhaldinum, og tað var ein stór mannfjøld undir lonini. Tað mesta gekk fyri seg í ítróttarhøllini, og tá ið tað leið fram ímóti endanum, varð boðið í svimjihøllina, har røður vórðu bornar fram, áðrenn Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri sum tann fyrsti kavaði í hylin.

Enn er ikki greitt, nær høllin verður opin fyri almennari svimjing. Roknað verður við, at tað verður um ein mánað ella so.

Niclas Johannesen hevur skrivað tekst og sett tónleik til verk, sum á stóra pallinum varð borið fram av umleið 60 fólkum. Verkið kendist vera samleikalýsing og staðfesting av lutfalsliga ungu kommununi, sum síðstu árini hevur verið og framvegis er í rúkandi menning.
Kór og blásarar, orkestur og solistar – Lena Andersen og ikki minst Elin Løkin – ríkaðu saman við Kára Sverrison, Hilmari Jan Hansen og bóndakórinum, sum teir rópa seg, løtuna, og sjovið endaði við at Edmund Jacobsen,sum í síni tíð var Chase sangari, staðfesti, at einki er sum fyrstu ferð.

Fjøldin reistist, og tað var næstan eingin endi á fagnaðinum.

Í svimjihøllini vóru røður bornar fram av býarverkfrøðinginum Marita Súsanna Hentze, Kjartani Hansen stjóra í Kanjon, Tórbjørn Jacobsen borgarstjóra og leiðaranum fyri svimjihøllini Sonyu Pratt, áðrenn borgarstjórin saman við Edmundi Jacobsen sang Einki er sum fyrstu feð, kavaði, og tá ið hann aftur var komin upp á turt legði hann fyri, tá ið tjóðsangurin varð sungin – øll ørindini.

Og so bjóðaði kommunan kaffi og køkur.

Ein so sera væl eyndað og væl skipað fagnaðarløta.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

Í gjár kl. 22:00

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10