Nú skal tað verða lættari hjá fólki at søkja um grundstykki í Klaksvík. Býráðið ætlar sær nevniliga at broyta reglugerðina fyri, hvussu fólk skulu søkja um grundstykki.
Endamálið er at gera tað lættari hjá fólki, sum ikki eru so køn í at brúka teldu.
Sum nú er, ber barat til at søkja um grundstykki á teldu.
Men ein og hvør skal hava høvi at søkja um eitt grundstykki uttan mun til, hvønn tekniskan førleika tey hava, sigur býráðið.
Er ein ikki so stinnur í at brúka teldu, skulu tey hereftir bara ringja til kommuna, og so kann eitt starvsfólk har fylla umsóknina út fyri tey.
Í løtuni stendur hetta í reglugerðini um, hvussu fólk skulu søkja um grundstykki:
Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.
Men nú fer býráðið at samtykkja, at hetta skal orðast soleiðis:
Hevur ein tørv á hjálp til at bóka grundstykki, kann ein seta seg í samband við kommununa.