Ongi úrslit

Tað skal vera litfagrari í Vestmanna

Áki Bertholdsen
11 tímar síðan

Bygdaráðið í Vestmanna ætlar at umskipað alt økið inn á Fjør.

Vestmanna kommuna sigur, at einaferð var økið ein stórur sandur, síðani varð tað brúkt til bukkvald, og uppaftur seinni til ferjulegu. Men í dag er økið Inni á Fjørð eitt stað har fyritøkur, miðnámsskúli og ferðavinnan halda til. 

Nú er ein heildarætlan gjørd fyri økið, sum skal snøgga og betra um, og samstundis binda saman verandi virksemi og bygdarlívið.

Í farnu tingsetu setti Havnarnevndin hjá bygdaráðnum sjøtul á arbeiðið, sum núverandi havnarnevnd síðani hevur arbeitt víðari við í samstarvi við tey, sum hava virksemi í økinum.

Tað eru Zeta arkitektar, sum síðani hava síðan gjørt eitt uppskot fyri kommununa, sum varð handað um ársskiftið

– Endamálið er at menna og betra um eitt øki, sum í dag er kent sum eitt vinnuøki, har asfalt, kampingvognar og arbeiðsbygningar ráða í myndini, sigur Bygdaráðið.

Kommunan ætlar nervniliga at gera økið meira innbjóðandi fyri tey, sum her búgva og virka, umframt vitjandi.

Dentur er lagdur á at skapa eitt umhvørvi, har trivnaður, grønar loysnir, náttúra og dygd ganga hond í hond við verandi virksemi, í einum fjøltáttaðum og nútíðar býarrúmi.

– Ein týðandi partur í hesum er at skapa betur atkomu til sjóvarmálan aftur, fáa fleiri litir inn ímillum svarta asfaltið og at binda saman økið Inni á Fjørð við Fitjar.

Nakrar myndir frá heildarætlanini kunnu síggjast niðanfyri. Myndirnar eru frá kommununi og tú skalt klikkja á tær fyri at gera tær størri

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

Í gjár kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41

Myndir- Vunnu við 13 málum!

18. januar kl. 18:49