Ongi úrslit

Tað merkist hjá løgregluni at jólaborðhaldini eru byrjað

Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Tíðin upp undir jól er veitslutíð burtur av, og jólaborðhaldini eru longu byrjað.

Tað merkist eisini hjá løgregluni, tí tey siga í morgun, at tey hava havt nógv at gera - serliga av fullum fólki.

Tey hava koyrt fleiri full fólk heim og tey hava fingið fleiri full fólk á føtur aftur, sum ikki hava klárað seg sjálvi.

Løgreglan hevði so nógv at gera, at tey lukkaðust ikki at taka sær av øllum fráboðanum um full fólk, so í nøkrum førum máttu tey vegleiða tey, sum ringdu um, hvussu tey skuldu ber seg at.

Seint í gjárkvøldið varð ein bilur steðgaður, og tá ið viðurskiftini vórðu kannað, fann løgreglan eina lítla nøgd av hassji, 0,3 gramm, uppi á einum av fólkunum, og tað er viðkomandi skuldsettur fyri.

Í Havn varð eitt lítið ferðsluóhapp í nátt og tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at førarin var ikki edrúur, so hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.

Tíðliga í morgun varð aftur ein bilur steðgaður, og eisini hesin bilførarin varð skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.

Løgreglan hevði eisini fatur í einum manni, sum ikki vildi siga hvør hann var, so tað er hann skuldsettur fyri.

Ein annar var so ringur at hava við at gera, at hann varð tikin við á støðina og settur í brummuna at vera í nátt. Hann er leyslatin aftur, men fær eina bót upp á 1.500 krónur fyri ólátaðan atburð.

Og so varð ein bilførari tikin fyri at koyra við ongum koyrikorti. Hann hevur mist tað einaferð, men hevur ikki fingið upp í lag at taka tað aftur. Tað fær hann mint 5.000 krónur í bót fyri, so tað er ein dýr søga.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48