Ongi úrslit

Tað hevur gingið illa at selja bilar higartil í ár

Áki Bertholdsen
2. mars kl. 12:47

Higartil hevur tað ikki gingið nakað serligt at selja bilar í Føroyum.

Ein uppgerð frá Akstovuni vísir, at í januar og februar í ár eru 66 nýggir persónbilar seldir í Føroyum. Tað eru 28 bilar færri, ella næstan 30 prosent færri bilar enn í januar og februar í fjør.

Tað eru eisini tey, sum innflyta brúktar bilar til Føroya, men heldur ikki tað hevur verið nakað at reypa av.

Higartil í ár eru 14 brúktir bilar innfluttir til Føroya og tað er ein bilur meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

19 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16