Streymtalvan
”Onki er sum fyrstu ferð.” Í summar hoyrdu vit teir úr svøvni vaktu Chase spæla hendan kenda og ódeyðiliga rocksangin niðri á havnarlagnum á Glyvrum. Eyðkenda røddin hjá skyldmaninum úr Hvalsisrætt, Edmundi, og serstaka guitarljóðið hjá heimistovumanninum Niclasi. Fyri tveimum sólarringum síðan hoyrdu vit hendan oneleinaran hjá Niclasi aftur í Bylgjuni. Fyrst í stórverki hansara í ítróttarhøllini og seinri í svimjihøllini.
Nakrar vikur eru nú umliðnar síðan vit báðir og Urd sótu í studiokliva hansara og lurtaðu eftir ráskitsuni til tað, sum koma skuldi. Ímóti endanum kendist tað sum, at rusk var í sjónum, hann trilkaði vindin, vit ferðast frá aldudali á kamb, tónarnir flyta seg inn í eina crescendo-sferu og so hoyrist eitt brak. Bergtikin spurdi eg, hvør ætlanin var við hesari finaluni, og Niclas svarar so lakoniskt, honum so líkt: ”Har kavaði onkur í hylin, og hóskandi kundi tað verið tú.” Nú dró eg á bæði, men lat mær kortini siga. Tað er ikki gerandiskostur, at man gerst partur av einum musiskum frumverki, og tíansheldur at gerast tann fyrsti, sum alment – úr trimum metrum - leypur í ein svimjingarhyl. Verkið endar við, at vit báðir Edmund, saman við rungandi hornblástri, syngja oneleinaran hjá Niclasi: ”Onki er sum fyrstu ferð.” Táið 210 pund av kjøti, blóði, vatni og psoriasis pumsa út í, er leikur lokin. Øll sótu sum kánus, bergtikin, ongin hevði væntað, at hesin dagurin skuldi gerast so stórtøkin.
Í gjár legði eg leiðina framvið Bókabúðini, har ið eg keypti streymtalvuna frá Jákupi. Legendan á so mongum mótum, Fischer Heinesen, sniðgav hana, upprunaliga, og hon er so vísiliga skipað, at hvørt mansbarn hevur møguleikan fyri at síggja hvussu rákið er og verður, - um tað herðist ella viknar. Í fluttari merking er hetta eisini læran um lívið og sveiggini, sum øll onkursvegna gerast ein partur av. Um javnvágir yvir tíð. Onkur í búðini spurdi, hvat ið ein uppilagstur skipari skuldi brúka streymtalvuna til, ja, tað er so tað, men onkursvegna er hetta sum við sinusrásunum – sveiggjandi ritmyndunum av trigonometriskum funktiónum – tað gongur upp og niður, men samanumtikið fer tað at ganga – at standa upp og niður.
Loyndin handan allari broyting – og menning - finst í máttinum at savna alla hugans orku til tess at fremja framtíðina - og ikki í at berjast ímóti, og um tað, sum farið er. Áleið soleiðis tekur Sokrates einaferð til, og kom eg at hugsa um hetta, nú Eilif Samuelsen enn einaferð hevur framt tað mentanarbragd, at flyta okkum ein klassikara yvir á okkara egna tungumál. Partar av dialogunum hjá Platon. Sokrates er, sum vera man, meginbulurin, hann sum einaferð helt fyri, at øvund er sálarinnar størsta sár.
Tað sigst um tveir føroyingar, tveir menn, sum einaferð hittust við eina kjørbreyt, at annar spyr hin: ”Hvagar gongur leiðin?” Hin nevnir so fyri honum eina bygd í Føroyum, og eftir tað sigur hin fyrri: ”Ansa tær heilsuni, í hasi bygdini ganga tríggjar heilt ringar og smittandi sjúkur.” ”Hvørjar eru tær?” Spyr hin seinri bivandi á málinum. ”Øvundsjúka, havisjúka og hevnisótt(!)”, svarar hin fyrri, og fer eftir tað hóvliga til gongu eftir øðrum leiðum.
Á politiskum pallum eru hesar sjúkurnar vanlukkuligar, tí tær ferðast bert í fortíðini, har serliga menn, kanska bara menn, hava tað sum hyggjuráð at leita eftir fortíðar mistøkum hjá øðrum. Hetta fremur onga menning og als onga framtíð.
Fyri júst einum ári síðan, júst á hesum pallinum, tók eg soleiðis til: ”Sum øll vita, eru fýra ár ímillum kommunuvalini. Val hevur, sum sagt, verið, og nývalda býráðið tekur við ræðinum á miðnátt í kvøld. Tað hevur skipað seg við undirritaða sum borgarstjóra og Tóri Højgaard sum varaborgarstjóra. Um heilsan og Guð annars vilja tað, so mega tit sættast við meg í fýra ár afturat, men sum eg alment havi boðað frá, so verður hetta mítt seinasta skeið sum virkin politikari.”
So skuldi ikki vera. Og hetta er tað sum kann henda, táið politisk blæubørn sleppa framat at spæla við valdinum í einum landi. Nú er eitt val ongin vanlukka, men veruleikin er nú einaferð hann, at í politiskum høpi vera ætlanir lagdar langt fram í tíð – svimjihøllin er besta dømi um tað – og skelkir sum hesin órógva meiri enn gott er niður ígjøgnum alla ta kommunalu skipanina, og eisini órógvar hetta aðrar partar, sum ein kommuna við okkara stødd samskiftir við dagliga. Fyri mong kennist avleiðingin sum eitt limbo ella ein vacuum tilstandur. Royndirnar forða kortini fyri, at ein verður tikin av fótum. Sum ein gamal kálvhúsmaður einaferð tók til: ”Tað ræður um at rógva, rokna kunnu vit, táið vit eru komnir inn fyri støð.”
Hugsi at tey flestu halda, at skjótt farna árið hevur verið serstakliga hendingaríkt í Runavíkar kommunu. Raksturin er lagdur fyri árið 2026, íhaldin sum vant, og umráðandi hevur tað verið at repa íløguseglini nakað, nú aðrar stórar útbyggingar skulu gerast á fleiri mótum frameftir. Skuldin skal buktast nakað niður í árinum, hóast nettoskuldin í løtuni er 83% av skuldarloftinum ella 49 milliónir krónur undir loftinum. Runavíkar havn hevur aftur í ár havt eitt metár, serliga ferðamannaskipunum fyri at takka - eftir lutvísu embargo´ina andvegis Russlandi. Í 2026 fáa vit 33 vitjanir, 32 í 2027 og longu nú stempla skip inn til árini 2028 og 2029.
Mest byggir í stóran mun út á Skála, EFFO ger klárt til at fara undir nýggjan orkuterminal í Søldarfirði, Borg á Glyvrum varð tikið í brúk, Jóan Petur fór undir at byggja íbúðir í Rókini, Niels Mortensen lat fleiri krambúðir upp, kommunan flutti inn í nýggjan umsitingarbygning, Jóan Petur fer undir at byggja íbúðir í Leitinum og harumframt fleiri aðrar smærri íløgur kring um í kommununi.
Umframt at nógvar stórar ætlanir eru í vinnusegmentinum - báðumegin við Skálafjørðin – so má kommunan fyri alt í verðini vera frammanfyri sína tíð – í broddi fylkingar – annars dragna vit og gerast eftirbátur.
Um nakrar fáar dagar vera uppskotini frá arkitektum, um nýggjan skúla á Glyvrum, viðgjørd og seinri almenn. Í stigum fer hendan ætlanin at syfta seg upp á einar 3 hundrað milliónir krónur. Dagstovnaøkið er komið at mørkum – og vitandi um - at talið av borgarum fer at vaksa við áleið túsund fólkum tey næstu 5 árini, so er alneyðugt at gongd kemur á hetta málið sum skjótast, og tað er eisini ein partur av avtaluni við Jóan Petur Vang í Leitinum. Í løtuni gongur høvuðsferðsluæðrin í Føroyum ígjøgnum nýggja miðbý okkara, og tað endar í ruðuleika, um vit ikki fáa bøtt um hetta skjótast gjørligt. Tí skal tað, sum eftir er at fáa skil á, viðvíkjandi verkætlanini um Fjøruveg, fáast frá hondini sum skjótast.
Mentanin knýtir okkum saman, har haka vit ikki í, og hetta verkið hjá Niclasi, hetta kvøldið í Bylgjuni, var par excellence tað mest magnfulla og savnandi verkið, nakrantíð, sum knýtti okkum saman. Kommununa, - har hugsað verður frá ytstu mørkum inn á miðjuna. Sum Niclas tekur til: ”Viljin er alt, grundin er sterk. Hetta er okkara bygningsverk.”
Kommunan er okkara bygningsverk, og tey 11, og tann, sum verður valdur at sita fyri endanum í býráðnum og kommununi, um tvær vikur, sleppa, sum skilst, ikki at sova tíðina burtur í letigongd og dramblæti.
Gott nýggjár.
Tôrbjørn Jacobsen, borgarstjóri