Ongi úrslit

Tað er framvegis arbeiði til allar hendur í Føroyum

Hjá monnum er arbeiðsloysið kvinkað uppeftur, men hjá kvinnum er tað kvinkað niðureftir

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 12:40

Tað er framvegis arbeiði til allar hendur. Tað verður staðfest nú Hagstovan hevur gjørt støðuna upp. Uppgerðin vísir, at í desembur var arbeiðsloysið 0,9 prosent - og tað er akkurat tað sama sum tað var fyri einum ári síðani, í desembur í 2023.

Men kortini er hent ein lítil broyting í býtinum ímillum kynini. Tí ímeðan arbeiðsloysið hjá monnum er kvinkað 0,1 prosentstig uppeftur, er arbeiðsloysið hjá kvinnum kvinkað 0,1 prosentstig niðureftir.

Í desembur vóru 102 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur og tað svarar til eitt arbeiðsloysi upp á 0,7 prosent, sum altso er 0,1 prosentstig lægri enn fyri einum ári síðani. Hinvegin fóru 183 fulltíðararbeiðsleysir menn í desembur. Tað er eitt arbeiðsloysið upp á 1,1 prosent, og tað er 0,1 prosentig hægri enn fyri einum ári síðani.

Hagstovan sigur, at sum heild vóru færri fólk arbeiðsleys í desembur enn fyri einum ári síðani. Men umroknað til fulltíðararbeiðsleys eru fleiri arbeys nú. Tað merkir at tey, sum eru arbeiðsleys, eru longri arbeiðsleys nú enn tey vóru í fjør. 

Eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk er eitt fólk, sum er arbeiðsleyst allan mánaðin. Sum dømi kann nevnast, at eru tvey fólk arbeiðsleys ein hálvan mánað hvør, telja tey sum eitt arbeiðsleyst fólk tann mánaðin.

Í desembur vóru 285 fólk fulltíðararbeiðsleys og tað eru trettan fleiri enn fyri einum ári síðani. Hinvegin vóru 319 fólk rakt av arbeiðsloysi og tað eru 24 færri enn fyri einum ári síðani.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

22 milliónir krónur

19 tímar síðan

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

Í gjár kl. 10:47

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15