Hondbóltssøga varð skrivað Við Tjarnir í kvøld, tá ið Føroyar vunnu EM undankappingardyst móti Íslandi 35-30 eftir hálvleiksstøðuna 18-16.
Eitt av heilt góðu føroysku avrikunum var tað hjá Anniku Fríðheim Petersen í málinum. Hon varð skift inn, tá ið fyrri hálvleikur var 20 minuttir gamal, og hon vardi heilt framúr væl.
-Talan var um heildaravrik, sum allar eiga sín lut í. Verjuspælið skinklaði fyrstu løtuna, og tí vóru arbeiðstreytirnar hjá Rakul Wardum í málinum ikki so góðar. So fingu vit fatur í verjuspælinum, og tað bar við sær, at arbeiðstreytirnar hjá mær vórðu munandi betri, enn tær høvdu verið fyrstu løtuna hjá málverjanum, greiðir málverjin Annika Fríðheim Petersen frá.
Hon bjargaði 10 ferðir ella 35,71 prosent.

Álopsspælið riggaði væl beinanvegin. Fyrstu løtuna var trupulleikin, at tað fleiri ferðir ikki eydnaðist at fáa bóltin framvið íslendska málverjanum, og eftir at Føroyar fyrstu løtuna vóru frammanfyri við einum og tveimum málum, so legði Ísland seg á odda við tveimum og var um reppið at økja um leiðsluna til trý mál.
So vendi tað. Pernille Brandenborg gekk undan. Hon var toppskjútti við 12 málum, og í miðverjuni var hon saman við Lív B. Zachariasen ein sannur knassi. Í íslendsku verjuni ansaðu tær væl eftir Janu Mittún, sum blómaði meir og meir og var sera eyðsýnd í kontraspælinum, bæði Súna K. Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy vóru kringar í gjøgnumbrotum og við fríspælingum inn á strikuna til Pernillu, sum ongan møguleika misnýtti, og á vinstra veingi skoraði Rannvá Olsen fimm ferðir.
-Tá ið vit avrika soleiðis, sum vit gjørdu í kvøld, so hava vit møguleika móti teimum bestu. Tá ið havt verður í huga, at hópurin er ungur, og at vit spæla í góðum feløgum, so kunnu vit væl vænta, at liðið verður uppaftur betri, og nú gleða vit okkum til at spæla á útivølli í Montenegro sunnudagin og so av álvara at fara undir fyrireikingarnar til EM endaspælið, sum verður í desember, og sum vit vónandi vera við í, sigur Annika Fríðheim Petersen.
