Ongi úrslit

Svøríki er varpað úr EM kappingini

Kroatia og Týskland hava í kvøld vunnið seg í hálvfinaluna, meðan Frakland og Svøríki ikki sleppa at halda fram

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 18:49

So er tað greitt, hvørjar tær fýra hondbóltstjóðirnar eru, sum fríggjadagin fara at spæla EM hálvfinalu.

Í kvøld vann Týskland 38-34 móti Fraklandi. Tað ber við sær, at Týskland fer at spæla hálvfinalu, meðan Frakland er liðugt í EM kappingini. Um Týskland verður nummar eitt ella tvey í bólkinum fæst at vita, tá ið úrslitið í grannauppgerðini millum Danmark og Norra verður greitt. Tey hittast klokkan 19.30. Danmark hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni, og um donsku favorittarnir í kvøld vinna móti Norra, so vinnur Danmark bólkin.

Um Danmark endar á fremsta plássi, so verður Ísland mótstøðuliðið, og so verður hin hálvfinalan millum Kroatia og Týskland. Um Norra vinnur móti Danmark, so verður Kroatia mótstøðuliðið hjá Danmark í hálvfinaluni.

Í Malmø tryggjaði Kroatia sær við 27-25 sigri móti Ungarn pláss í hálvfinaluni. Ungarn var frammanfyri, inntil tað restaði eitt korter, og síðani var Kroatia frammanfyri.

Fyrr í dag tryggjaði Ísland við 39-31 sigri móti Slovnenia pláss í hálvfinaluni.

Tá ið Kroatia vann móti Ungarn, var tað stórur fagnaður millum kroatisku áskoðararnar, meðan svensku áskoðararnir, sum vóru komnir í høllina, har teir nú klokkan 19.30 fara at hyggja eftir Svøríki og Sveis eru vónbrotnir. At Kroatia vann móti Ungarn ber við sær, at Svøríki ikki hevur møguleika at vinna seg í hálvfinaluna.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

14 tímar síðan