Ongi úrslit

Svimjifelagið NEPTUN setir ferð á

Rodmundur Nielsen er formaður í endurstovnaða svimjifelagnum í Runavíkar kommunu

Frá vinstru: Rodmundur Neilsen, Eyðun Joensen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jens Mortan Rasmussen, Martin Venned, Jákup Øssurson Mohr, Dánjal H Vestergaard
Svimjifelagið NEPTUN/Tíðindaskriv
2 tímar síðan

Nývalda nevndin í svimjifelagnum Neptun setir nú kós inn í framtíðina við góðum royndum svimjarum og góðum kreftum. Tað er við stórum spenningi og góðum vónum, nú nýggja svimjihøllin í Runavík letur upp fyri almennari svimjing eftir ársskiftið 2025/26.

 

Ætlanin er, at endurstovnaða felagið NEPTUN, stovnað á Glyvrum í 1964, skal vera eitt svimjifelag, sum savnar breiddina frá ungdómum til veteranar og elituna, sum tey næstu árini skal vera á heiðursmerkja- og vinnarakós - til frama fyri svimjiítróttina í Føroyum og heilsuna hjá tí einstaka.

 

Eisini er ætlanin at seta eitt venjaratoymi, sum fer til verka fyrst í næsta ári. Nevndin fyrireikar á øllum mótum í løtuni. Alt hetta fara vit at frætta meiri um fyrst í 2026

 

Eisini fegnast vit um, at vit hava tryggar og stórtiknar stuðlar, sum longu hava játtað felagnum stuðul í 2026 og í 2027. Hetta fyri at tryggja framlítandi virksemi hjá Neptun. Nevndin er sera fegin um ta ovurhonds vælvild sýnd er felagnum, nú nýggj kós er sett fyri Neptun. Virkað verður í løtuni við ætlanini at fáa felagnum ein  høvuðsstuðul.

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

Rodmundur Nielsen, formaður

Dánjal Hohloch Vestergaard, næstformaður

Jonnhild Reynholdsdóttir, peningarøkil                             

Eyðun Jensen, ritari

Martin Venned, nevndarlimur

Jákup Øssurson Mohr, eykanevndarlimur

Jens Mortan Rasmussen, eykanevndarlimur

 

Við ynski um gott samstarv við øll, ið varða av svimjing í Føroyum .

 

Øllum verða ynskt eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48