Tað eru heilt nógvar fyritøkur kring alt landið, sum føla seg snýttar, tá ið kommunur bjóða arbeiði út.
Tað kemur fram í eini kanning hjá kappingareftirlitinum.
Sostatt eru tað nógvar fyritøkur kring landið, sum ikki hava álit á kommununum á hesum øki og tí vilja tær hava landsins myndugleikar at gera greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram.
Kappingareftirlitið hevur sent úrslitið av kanningini til Landsstýrið, saman við ynskinum hjá fyritøkunum um at fáa greiðar reglur á økinum - og saman við eini áheitan um at fáa greiðar lógir á hesum øki.
Annars hava almennir skyldu at bjóða arbeiði út, men tað skylduna hava kommunurnar ikki.
Kanningin hjá Kappingareftirlitinum staðfestir at sama hvar í landinum fyritøkurnar eru, og uttan mun til, hvussu stórar tær eru, er tað ein stórur partur av teimum sum halda, at kommunal útboð ikki fara rætt fram.
Kappingareftirlitið sigur, at tey hava ikki kunna kannað, um fyritøkurnar hava hald í tí, tær siga. Men bara tað, at tær føla seg illa viðfarnar, er nokk til, at tað er ein trupulleiki, sum nakað eigur at verða gjørt við.
Tað er ikki óhugsandi at hendan støðan ger, at fleiri fyritøkur tíma ikki at bjóða upp á kommunal arbeiði, ella kommunal innkeyp og hetta kann vera við til at minka um kappingina.
Og hetta fellur umaftur á skattgjaldarin sum ikki fær sum mest fyri skattakronurnar.
Fyritøkurnar siga, at bæði svik, mutur og persónligur kennskapur við fólk í kommununi, hava stóran týdning tá ið kommunur bjóða arbeiði út og tí eru tað ikki tær fyritøkurnar, sum hava besta tilboðið, sum fáa arbeiðini.
Kappingareftirlitið sigur, at svik og mutur er sjálvsagt ikki gott fyri eitt samfelag.
Her verður lagt upp til at vinnarin ikki verður funnin grundað á sjálvt boðið, men manipulering av dømingini.
Mutur kann vera har eitt starvsfólk í kommunalari tænastu, fær avsláttur ella gávu frá ávísum fyritøkum.
Ein onnur avleiðing av mutri er ofta, at arbeiði ikki verður gjørt sum avtala varð og at byggjarí ikki hava tað dygd tey skulu hava ella at trygdin ikki er í lagið.
Fyritøkur siga eisini, at tær sleppa ikki at bjóða upp á arbeiði í øðrum kommunum.
– Vit fingu ikki loyvið at bjóða orsaka av at vit ikki vóru í kommununi, svarar ein fyritøka upp á spurningin frá kappingareftirlitinum.
Onkur annar sigur, at tey vórðu vrakað tí tey ikki vóru skrásett í kommununi.
Summi skriva beinleiðis, at »arbeiðið fór til tann, sum onkur kendi«.
Aðrar siga frá, at tær hava verið kritiskar ímóti kommununi og nú verða tær útihýstar.
– Alt vent og snara, soleiðis at vinir og kenningar kortini fáa uppgávuna, sigur ein fyritøka við Kappingareftirlitið
Talvan niðan fyri vísir, at tað er í Suðuroy/Sandoy, atflest fyritøkur føla seg skeivt viðfarnar, tí har er tað helvtin av fyritøkunum.
Økið har fægst fyritøkur kenna seg illa viðfarnar er norðoyggjar, har 31,8% av fyritøkunum svara ja - men tað er eisini eitt stórt tal.
