Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, skrivar á X, at Hormuz-sundið nú er opið fyri øllum handilsskipum restina av áhaldandi vápnahvíldini.
USA og Iran samdust týsdagin í farnu viku um vápnahvíld í tvær vikur. Hósdagin samdust eisini Ísrael og stjórnin í Libanon um vápnahvíld í tíggju dagar. Hon kom í gildi hóskvøldið
Abbas Araghchi skrivar á X, at Hormuz-sundið er lýst opið í tráð við vápnahvíldina í Libanon.
Danska reiðaríið Maersk, hevur nú gjørt viðmerkingar til fráboðanina hjá Iran um at lata Hormuzsundið upp, sambært Reuters.
Mærsk leggur dent á trygdina hjá manningum, skipum og farmi hjá kundunum sum framhaldandi hægsta raðfesting, stendur í fráboðani.
- Ein og hvør avgerð um flutning gjøgnum sundið verður grundað á váðametingar og neyvt eftirlit við trygdarstøðuni, sum eisini fevnir um nýggjastu gongdina, sigur Mærsk sambært Reuters.