Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin: Fíggingarleisturin er meira enn bara eitt roknistykki

John Rajani, løgmansstjóri
1. mai kl. 15:00

Landsbankin og Búskaparráðið hava seinastu dagarnar ákært Løgmansskrivstovuna fyri at ”pella”. Sagt verður, at ”í fíggingarleistinum verður sett upp eitt roknistykki um, hvussu ein Suðuroyartunnil ávirkar fíggjarlógina samanborið við verandi farleið við Smyril.” 

Løgmansskrivstovan hevur ikki gjørt og framlagt eitt roknistykki. 

Løgmansskrivstovan hevur staðið fyri arbeiðinum at fyrireika eitt skjal, sum lýsir ávirkanina á fíggjarlógina av at fremja verkætlanina at gera ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi vega- og tunnilskervum. Í skjalinum er tikið atlit til ymiskar kostnaðir, rentustig, kapitalinnskot og so framvegis.

Landsbankin førir tó fram, at:

"Roknistykkið vísir ein miðalkostnað á 146 mió. kr. um árið fyri Smyril frá 2035 og 30 ár fram. Fíggjarmálaráðið, sum er myndugleikin á økinum tá tað kemur til fíggjarlóg, vísir tó á í sínum hoyringssvari, at rætti kostnaðurin við somu fortreytum, sum eru settar upp fyri hetta roknistykki, er 130 mió. kr.” 

Landsbankin hevur rætt í, at roknistykkið við 146 mió. kr. fyri Smyril er sett upp í fíggingarleistinum. 

Men tað er eisini rætt, at roknistykkið við 133 mió. kr. um árið, eins og Fíggjarmálaráðið vísir á, eisini er við í fíggingarleistinum. Hetta velur Landsbankin tó ikki at nevna.

 

 Tað er eisini rætt, at eitt annað roknistykki við 0 kr. í innskoti til P/F Suðuroyartunnilin er við í fíggingarleistinum. Hetta velur Landsbankin tó ikki at nevna.

 

Tað er eisini rætt, at fleiri mettir kostnaðir eru roknaðir við í ávirkanina á fíggjarlógina - bæði 4 mia. og 5 mia. Hetta velur Landsbankin tó ikki at nevna.

 

Harumframt eru onnur roknistykki eisini lýst – eitt nú við ymiskum kapitalinnskotum og tunnilskostnaði, sum lýst í talvuni niðanfyri.

Og so eru ymiskar rentur eisini lýstar í fíggingarleistinum – úr 2% upp í 5%, sum lýst í talvuni niðanfyri.

Felags fyri hesi tølini er, at tey skulu geva innlit í og fatan av verkætlanini í einum fíggjarligum høpi. Tað stendur týðiliga í innganginum til fíggingarleistin, at: 

Endamálið við fíggingarleistinum er ikki at gera eitt tilmæli til ella frámæli frá, um verkætlanin skal fremjast ella ikki. 

Somuleiðis stendur á fyrstu síðu í fíggingarleistinum, at Landsbankin  ikki  metir,  at  fíggingarleisturin, sum  fyriliggur,  er  eitt  nøktandi  grundarlag  fyri  at  taka  avgerð  um  at  gera  ein  Suðuroyartunnil.

Tí vil Løgmansskrivstovan afturvísa ákærunum um, at mann tilvitað hevur “pellað” fyri sær sjálvum og borgarunum í Føroyum. Øll neyðug fyrivarni eru greitt nevnd í fíggingarleistinum.

Tað er eisini ført fram, at fíggingarleisturin tekur støði í tølum, sum Løgmansskrivstovan sjálv hevur funnið uppá. Hetta er ikki rætt. Tølini í fíggingarleistinum eru útvegað frá viðkomandi fakmyndugleikum:  

– Kostnaðarmeting er frá Norconsult grundað á forprojektið 

– Rakstrar- og viðlíkahaldskostnaður er frá P/F Suðuroyartunlinum (grundað á kostnaðin fyri hinar undirsjóvartunlarnar) 

· Kostnaður (íløgur, viðlíkahald og rakstur) av Smyrli er frá SSL 

· Ferðslumeting er frá Landsverk

– Bummgjaldið er ásett eftir meting hjá Fíggjarmálaráðnum

– Rentan er sett til 3,5% eftir tilmæli frá Landsbankanum

Mælt verður til, at áhugaðir partar seta seg væl inn í fíggingarleistin, ið er almennur og tøkur á heimasíðuni hjá Løgtinginum: Her

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

Í gjár kl. 13:15

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Hanus G. Johansen er farin um sýn

21 tímar síðan

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15