Eitt dramatiskt skifti í landgrunninum við Reynisfjara, eitt av mest ikonisku náttúrugripum í Íslandi, hevur vakt ans hjá bæði hjá íbúgvum í økinum, vísindafólkum og vitjandi.
Eins og Gásadalur, er Reynisfjara ógvuliga væl vitjað og avmyndað á sosialu miðlunum.
Óvanliga sterkar havkreftir hava seinastu vikurnar, elvt til umfatandi broytingar á útsjóndini og atkomuligheitini á kendu svørtu strondini.
-Basaltið er heilt einfalt úti í sjónum nú, segði ein lokalur jarðareigari við miðilin Arctic Portal, tá hann lýsti hesa óvanligu erosiónina.
-Vanliga standa hesar grótsúlurnar beint við landgrunnin, men sjógvur og áhaldandi vindur hava flutt sand og grót so ógvusliga, at so er ikki longur, tað vanliga strandarøkið er heilt burtur, segði hann.
Veður- og strandfrøðingar hava víst á eitt varandi tíðarskeið við sterkum eystanvindi og hábylgjuvirksemi í januar og fyrst í februar, sum lyklafaktorar fyri broytingina.
Erosiónin hevur verið so stór, at summir gonguteigar, og onnur áður atkomilig øki, ikki longur eru trygg at ferðast á.