Ongi úrslit

Strandferðslan: Harmast um at maðurin ikki boðaði frá opna portrinum

Áki Bertholdsen
7. oktober kl. 09:02

Strandferðslan tekur nýggju upplýsingarnar um hekkuportrið á Galaxy í álvara.

Tað sigur Strandferðslan í almennari fráboðan í morgun.

Tað hevur verið nógv tos um Galaxy, eftir at skipið sigldi við hekkuportrinum upp á glopp tann eina túrin millum Havnina og Krambatanga.

Málið varð slept, men nú hevur maðurin, sum tók myndina, gjørt vart við seg alment. Tað sama hevur ein annar maður, sum eisini sá opna portrið.

Báðir høvdu heimild til at fara á biladekkið undir sigling.

– Upplýsingarnar, sum hesir nú koma við, verða tiknar í álvara, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni í fráboðanini.

Málið um hekkuportrið er áður blivið kannað av Sjóvinnustýrinum, sum gjørdi eina niðurstøðu og síðan slepti málinum aftur.

Tað hevur eisini verið frammi, at persónurin, ið tók myndina, hevur meldað málið til løgregluna.

– Strandferðslan væntar at frætta, um hon skal luttaka í framhaldsviðgerð av málinum, sigur stjórin.

Annars sigur hann, at hann harmast um, at viðkomandi, sum umvegis sítt starv hevur serliga atgongd til dekkið, ikki sigur manningini og Strandferðsluni frá, at hekkuportrið stendur á glopp ella er opið, tí so hevði málið alt fyri eitt kunnað blivið kannað, og møgulig prógv tryggjað.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48