Ongi úrslit

Stórur spenningur um lutakast

Nations League lutakastið verður nú klokkan 17

Jonhard Hammer
6 tímar síðan

 Hesum londum kunnu Føroyar koma í bólk saman við, tá ið lutakast verður til Nations League seinni í dag

Í dag klokkan 17 verður lutakast til Nations League fótbóltskappingina, ið UEFA skipar fyri. Lutakastið verður í Brússel, har landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein og onnur umboð fyri FSF eru til staðar. Spenningurin er sjálvandi stórur um, hvørji lond Føroyar koma í bólk saman við. 

Føroyar spæla í Deild C í Nations League, og lutakastið í dag skal avgera, hvussu teir fýra bólkarnir í Deild C skulu vera. Tey 16 londini, sum eru í Deild C, eru flokkað eftir úrslitum í undanfarnu Nations League kappingum. 

 

Styrkisbólkarnir í Deild C eru hesir:
Bólkur 1: Ísland, Albania, Montenegro, Kasakstan

Bólkur 2: Finnland, Slovakia, Bulgaria, Armenia

Bólkur 3: Hvítarussland, Føroyar, Kýpros, Estland

Bólkur 4: Lettland/Gibraltar, Luksemborg/Malta, Moldova, San Marino

(* Lettland-Gibraltar og Luksemborg-Malta spæla playoff dystir í mars fyri at avgera, hvøji av londunum skulu spæla í Deild C, og hvørji skulu spæla í Deild D)

Eitt land verður drigið úr hvørjum styrkisbólki at manna bólkarnar. 

Teir seks dystirnir í Nations League – tríggir heima og tríggir úti – verða spældir í september, oktober og november. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Má ikki koyrast í mikrobylgjuovnin!

6. februar kl. 17:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

13 tímar síðan