Summar Festivalurin 2024 byrjar í dag kl. 15 við litfagrari og lívligari skrúðgongu og gøtukarnevali, sum fer úr Klaksvíksgarðinum og heim í Silvaland.
Í skrúðgonguni verða pyntað børn, dansandi ungdómur, Silvi, Bubu, Trølla Pætur, gula bamsan, brandbilur og kreativir festivalgestir.
Í skrúgonguni eru pyntað, larmani og syngjandi børn, flaggskrýddur og dansandi ungdómur og litríkir festivalgestir, sigur summarfestivalurin.
Tey siga, at øll, sum vilja seta sín dám á skrúðgonguna, eru vælkomin við.
Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, hoppiborgum, ballónlandi, boingbóltum, pinkuøki, gandakendum djóraheimi, víkingabygd og mangt annað
Silvaland hevur opið festivaldagarnar frá kl. 15 til 19. Skrá kann síggjast á heimasíðuni sf.fo