Ongi úrslit

Stór ósemja á Løgtingi um vit skulu seta fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tað er stór ósemja í Løgtinginum um vit skulu seta fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi.

Tað er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanlandsmálum, sum hevur biðið Løgtingið um heimild at seta fleiri revsitiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi.

Tann beinleiðis orsøkin til tað, er, at ætlanin er at bannað skipunum hjá tveimum feløgum at koma til Føroya, tí ES myndugleikar hava illgruna um at tey njósnast.

Og nú Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, sæst, at stór ósemja er um tað.

Teir sjey nevndarlimirnir í Uttanlandsnevndini hava nevniliga býtt seg sundir í fýra bólkar við hvør sínum sjónarmiðjum.

Meirilutin í nevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, nevniliga Bjarni Hammer, Høgni Hoydal, Annika Olsen og Karlot Hergeirsson, mæla Løgtinginum til at taka undir við málinum.

Tey siga, at skulu Føroyar kunna samstarva við grannalondini, og seta somu tiltøk í verk, sum tey gera aðrastaðni ímóti hesum báðum feløgunum, er neyðugt at landsstýriskvinnan fær eina serliga heimild til tað. Og tí siga tey, at løgtingið eigur at samtykkja málið.

Eitt nú eru skipini hjá hesum feløgum útihýst bæði í ES og í Noregi.

– Endamálið er, at Føroyar kunnu taka lut í - og stuðla - tiltøkunum, ES, Noreg og onnur samstarvslond, hava sett í verk ímóti Russlandi, sigur meirilutin.

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, tekur í stóran mun undir við samgonguni.

Hann heldur, at eftir tí, tey hava fingið at vita, kann tað ikki útihýsast, at Føroyar verða brúktar sum umskipanarhavn til ólógligar vørur, og at eftirlitið við russiskum skipum og manningum tí eigur at verða munandi styrkt.

Hetta kann lætt og einfalt gerast við at avmarka russisk skip til bara at sleppa í tvær ella tríggjar havnir í Føroyum, og at atløgubryggjan er avbyrgd - og at manningin ikki sleppur av havnalagnum.

Tí mælir hann til, at uppskotið verður samtykt.

Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, sigur, at Uttanlandevndin hevur fingið at vita, at eingi prógv eru fyri hesum illgruna.

Hann sigur, at vit skulu altíð verja føroysk áhugamál og tí heldur hann ikki, at tíðin er búgvin at geva landsstýriskvinnuni hesa heimildina.

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at hetta uppskotið er eitt týðiligt dømi um, at Føroyar ongan sjálvstøðugan uttanríkispolitikk hava.

– Vit skulu fylgja ES og Danmark í øllum lutum og vit skulu halda tað sama, sum danskir myndugleikar halda.

Hann sigur, at sama ger seg galdandi fyri føroysku fólkatingslimirnar, » sum ganga ørindi fyri donsku stjórnina«, sum hann málber seg.

– Tey halda, at vit skulu fylgja donskum uttanríkis- og verjupolitikki og tey røkja ikki føroysk áhugamál.

Tað sæst ongastaðni, hví hesi ávísur russisku skipini eru undir illgruna fyri at njósnast.

– Viðgerðin í Uttanlandsnevndini hevur víst, at talan er um illgitingar og leysar pástandir, tí ongar ítøkiligar ábendingar ella ítøkilig prógv eru fyri, at nevndu feløg eru ein hóttan ímóti okkum, sigur Jacob Vestergaard.

Tí heldur hann, at Sirið Stenberg skal taka uppskotið aftur - og hann heldur í hvussu so er ikki, at Løgtingið skal samtykkja tað.

Hann sigur, at samtykkir Løgtingið uppskotið, fer Russland helst at slíta fiskivinnusamstarvið við Føroyar.

Tað fer at fáa óbótaligan skaða fyri føroyska fiskivinnu og føroyska búskapin, serliga fyri tey reiðarí og øki, sum hava drúgvar royndir við fiskiskapi í Barentshavinum, sigur Jacob Vestergaard.

– Vit missa nýggju framkomnu verksmiðjutrolararnar, og alla ta vitan, sum er bygd upp øll hesi ár.

– Allar tær familjur, og tær eru ikki so fáar, hvørs grundarlag er bygt á inntøkur frá fiskiskapi í Barentshavinum, missa sítt tilverugrundarlag, sigur Jacob Vestergaard.

---------

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29