Ongi úrslit

Stjórin í Heilsustýrinum eigur at vera útbúgvin lækni

Læknafelag Føroya átalar støðuna í Heilsustýrinum: Heilsustýrið ívvanda fyri at verða uttan læknaliga leiðslu – sjúklingatrygd er ikki eitt Djøf-mál

© Mynd: KvF
Ragnar Djurhuus Hammer, formaður í Læknafelagnum
19. oktober kl. 22:51

Í Heilsustýrinum hevur bert verið ein lækni í starvi – stjórin. Nú er komið alment fram, at hesin læknin ikki longur er virkandi stjóri og fer úr starvi í næstum. Samstundis er stjórastarvið lýst leyst uttan krav um læknaútbúgving. Útlit er tí til, at nýggi stjórin ikki verður lækni, og at Heilsustýrið verður uttan læknaliga leiðslu – ein óneyðugur váði fyri

sjúklingatrygd og álitið á avgerðir hjá myndugleikanum.

Vit vilja vísa á, at í okkara grannalondum – í Danmark, Norra, Svøríki og Íslandi – eru stjórarnir í heilsustýrunum læknar. Tað er ein góð orsøk til tess: Læknar hava besta innlit í heilsuverkinum og kunnu bera ábyrgd

og taka avgerðir um heilsufaklig viðurskifti fyri alt samfelagið.

Heilsustýrið umsitur eisini farsóttarlógina. Slík handfaring krevur læknaliga meting og ábyrgd – m.a. í sambandi við smittusporing, ráðgeving og raðfestingar.

Læknafelag Føroya hevur víst á omanfyrinevnda trupulleika á fundi við Heilsumálaráðið 9. oktober. Læknafelag Føroya væntar, at Heilsumálaráðið lurtar eftir fakliga serkunnleikanum á økinum og setir stjóra til Heilsustýrið, sum er lækni.

Vegna nevnd Læknafelagsins

Ragnar Djurhuus Hammer, formaður

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48