Ongi úrslit

Spennandi tíðir fyri føroyska skúlan

Astrið Breckmann
1 tími síðan

Eg havi nakað spennandi at fortelja tykkum øllum! Sum tit uttan iva vita, um tit hava fylgt við í øllum, eg havi skrivað tey seinastu árini, so hava vit verið nøkur, ið hava stríðst fyri lærugreinini týskum, ið var um at doyggja út.

Øll fremmandamál (enskt verður ikki longur roknað sum eitt fremmandamál, men tað verður danskt nú) í føroyska skúlaverkinum hava tað ómetaliga trupult, og nøkur, sær tað út, syngja sítt síðsta vers. Um uml. 10 ár verða eingir týsktlærarar eftir, sum gongdin hevur verið.

Eftir at meira enn nóg mikið av læraralesandi valdu týskt á linju síðsta ár, men linjugreinin kortini varð strikað, hóast nógvar fundir, telefonsamrøður, teldubrøv, lesarabrøv o.a., góvu vit, sum stríddust fyri fakinum, faktiskt upp. Tá høvdu vit stríðst í fleiri ár, men einki sá út til at koma burturúr. Men brádliga kom vend í.

Nú fáa komandi lærarar møguleikan at hava týskt á linju á Námsvísindadeildini, og tað er fallið Joan Mohr og mær í lut at gerast lærarar í týskum á linju komandi skúlaár!

Hetta var ein gleðilig vend fyri týskt og fremmandamál í føroyska skúlaverkinum. Ikki bara verða læraralesandi á linjuholdinum, men eisini útlærdir fólkaskúlalærarar, ið ikki hava týskt á linju, men sum fegnir vilja undirvísa í týskum.

Nú eru 16 ár síðani, at týskt var linjufak á Føroya Læraraskúla, og okkara allar besti og kæri týsktlærari André Niclasen er farin foldum frá, so einki - og eg meini absolutt einki - tilfar liggur til skjals um týskt á Læraraskúlanum. Joan og eg noyðast at uppfinna djúpa tallerkin umaftur, og vit vistu als ikki, hvar vit skuldu byrja.

Treyðugt so í síðstu viku vórðu Joan Mohr og eg sendar til Odense at vitja UCL í tveir dagar (Joan undirvísir í týskum og søgu á miðnámsskúlanum á Kambsdali, og hon er bæði ein eldsál og eitt konubrot!). Har hittu vit framúrskarandi dugnaliga týsktlæraran Lasse Rahn, ið læt okkum eygleiða tvey ymisk linjuhold hjá sær tveir fyrrapartar, og seinnapartarnir gingu við at fundast um undirvísing, tilfar, próvtøkur o.a.

Ein fantastiska gevandi túrur, og nú hava Joan og eg fingið áræðið, ið skal til at endurreisa týsktlinjuna á Føroya Læraraskúla eftir 16 ár í dvala. Eri so takksom, at eg sleppi at gera hetta arbeiðið saman við fantastiska dugnaligu og nærløgdu Joan, ið brennur líka nógv sum eg fyri lærarastarvinum, okkara næmingum, Føroyum, týskum og søgu!

Eisini sita Joan og eg í hvør sínum bólki, ið ger nýggjar námsætlanir og próvtøkur til fakið týskt ávikavist á miðnámi og í fólkaskúlanum. Tað arbeiðið gongur sera væl og verður væntandi liðugt skjótt.

Og so spyrja tit kanska: Jamen Astrið, tú situr nú í løgtinginum, hvussu klárar tú alt? Bleibt alle ganz ruhig! Eg havi alt mítt lív havt nógv jørn í eldinum (kanska fleiri enn tey flestu), og eg geri tað, eg veit, at eg klári.

Eisini fekk eg mín ynskinevndarsess sum næstforkvinna í Mentanarnevndini, og eg síggi alt hetta sum eitt og sama mál, har alt gongur upp í eina hægri eind. Eg geri mítt arbeiðið og vil loysa mínar uppgávur til lítar! Takk, øll somul, sum hava víst mær hetta álit. Tað hevur sera nógv at siga.

Astrið Breckmann

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Heiðrað fyri at taka eitt ódnartak

2. mai kl. 09:06