Ongi úrslit

Sparingar á Setrinum: Skeiv leið fyri útbúgvingar-Føroyar

Martin Tvede Zachariasen, rektari
5 tímar síðan

Fimta árið á rað er álagt Fróðskaparsetri Føroya at fremja generellar sparingar, og nú verða útbúgvingartilboðini skerd.

- Hendan leiðin er skeiv, skulu vit tálma ovurstóru ungdómsfráflytingini, sigur rektarin, sum mælir til at hildið verður fast í langtíðarvisjónini um eitt sterkt føroyskt universitet og kappingarførar karmar um lestrarlívið, so lesandi kunnu trívast í Føroyum

Samstundis sum lesandi á Setrinum í stórum tali (88%) viðmæla øðrum at taka somu útbúgving sum tey, og at tey eitt ár eftir lokið prógv eru í  lestrarviðkomandi starvi ella lesa víðari (90%), so siga 83 prosent av elstu miðnámsskúlanæmingunum nú, at tey ætla sær av landinum at taka útbúgving.

Serliga er tað til Danmarkar, at streymurin rekur harðari. Í 2017, tá m.a. lestrarheimið Finsen stóð liðugt umvælt, vildu 36 prosent sleppa til Danmarkar. Nú ætla 68 prosent sær niður.

- Tá vit vita frá Hagstovuni, at bara helvtin kemur heimaftur, so flyta vit okkum frá ringum til verri viðvíkjandi ungdómsfráflytingini, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari.

Tað var tí eisini við sera ringum tannabiti, at hann í hesari vikuni noyddist at kunna um, at sparikrøv til Fróðskaparsetrið fimm tey seinastu árini nú fáa avleiðingar fyri útbúgvingartilboðini. Summar bachelorútbúgvingar fara bara at verða bjóðaðar út annað hvørt ár, onkur triðja hvørt ár, umframt at sparingar eisini skulu gerast í fyrisiting og aðrastaðni.

Verður fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 samtykt, so er játtanin síðani 2021 skorin við 12,8 milliónum krónum, um sæð verður burtur frá sáttmálabundnum lønarframskrivingum og nýggjum átøkum, sum politiska skipanin hevur umbiðið. Og so røkkur ikki til verandi virksemið ella til nýggju strategisku átøkini.

Ætlanin var annars at byggja sterka brúgv til miðnám og Hægri nám á Glasi, soleiðis at fleiri ung, sum annars høvdu farið av landinum, heldur vildu søkt sær hægri útbúgving í Føroyum. Eisini skuldu útbúgvingarnar í verkfrøði og handli- og virkisbúskapi mennast, og so var málið eisini at bjóða út nýggjar útbúgvingar í matvøruvísindum og heilsuvísindum.

- Stigini nú eru skeiv fyri Føroyar sum útbúgvingarland, sigur Martin Tvede Zachariasen.

- Vit bøta um búskaparliga og demografiska haldførið í Føroyum við at fáa okkara ungu til at trívast her og til at velja at taka sína útbúgving heilt ella partvíst her heima.

- Politiska skipanin eigur ístaðin at seta meira ferð á motorin fram ímóti fullum føroyskum limaskapi í europeiska útbúgvingarsamstarvinum og gera íløgur í eitt sterkt føroyskt universitet í altjóða formati. Kampus, bílig lestrarbýli, góð og fjølbroytt útbúgvingartilboð skulu til.

- Annars tapa vit kappingina um okkara ungu, sum tølini nú siga, at vit gera, sigur Martin Tvede Zachariasen.

Eins og eitt ótal av øðrum hevur Búskaparráðið víst á, at við at minka fráflytingina av ungum, kunnu vit bøta um haldførið í Føroyum.

Um fleiri velja at nema sær hægri útbúgving í Føroyum, ella taka ein part av útbúgvingini í Føroyum, heldur enn í útlondunum, hevði tað væntandi ført við sær, at fleiri festu røtur í Føroyum og hesi høvdu tí seinni økt um arbeiðsfjøldina. Fyri at fremja tilflyting og minka um fráflytingina av ungum kunnu politikarar raðfesta Fróðskaparsetur Føroya og aðrar hægri útbúgvingar, og skapa kappingarførar lestrarumstøður”, skrivaði Búskaparráðið m.a. í haldførisfrágreiðing í februar 2024.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

14 tímar síðan