Í fjør var Jóhanna Sámalsdóttir tað unga stjørnuskotið, sum er vorðið siðvenja at presentera til Jól við Løkin-konsertirnar.
Og í ár verður tað 19 ára gamla Sophilia úr Havn, sum skal presenterast. Hon byrjaði sum smágenta at fáa frálæru í violin, og síðani fòr hon at spæla sello á Tórshavnar Musikkskúla.
Men hennara áhugi og alskur til sang gjørdi, at hon legði strúkiljóðførið á hyllina og byrjaði at syngja í einum kóri hjá Sigrið Sivertsen, frá hon var átta ár og inntil hon var 15 ár.
Hettar boðar Løkshøll frá á Facebook.
Tá Sophilia var 13 ára gomul var gospelkórið Brak so stovnað og hon hevur verið partur av kórinum frá byrjan. Í 2022 fekk Sophilia eina flotta triðju virðisløn, tá hon sang solosang í tónleikakappingini Stella Polaris.
Vit gleða okkum at hoyra Sophiliu á Jól við Løkin-konsertunum, sum vera í døgunum 22.-23. november. Higartil eru út við 400 atgongumerkir seld. Tú kanst ogna tær títt á loksholl.fo, skrivar Løkshøll.