Sólvit Nolsø hellur til annan landsstýrissessin

Norðoya Fólkafloksfelag og Havnar Framburðsfelag hava garterað eitt sindur, nú tvey nýggj landstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum skulu finnast. Nú setur valfelagið í Havn navn á sín kanditat

Sigurjón Einarsson
5. januar 2022 kl. 11:21

Fólkaflokkurin skal finna tvey nýggj landstýrisfólk til fiskivinnumál og almannamál. Í hesum sambandi hava valfeløgini í Norðuroyggum og í Havn garterað eitt sindur, at landstýrisfólk skal finnast í teirra øki.

Nú er greitt, at valfelagið í Havn setur navn á sín kandidat, tí Havnar Framburðsfelag váttar nú, at Havnar Framburðsfelag hevur skotið Sólvit Emilsson Nolsø upp til ein landsstýrissess.

– Tað gera vit, tí vit halda tað verða umráðandi, at flokkurin setur yngri fólk við og á tann hátt framtíðartryggjar flokkin. Sólvit er ein ungur maður, sum vit meta kann verða ein góður politikkari fyri flokkin, skrivar Havnar Framburðsfelag á sínum Facebook-vanga.

Samstundis skrivar Havnar Framburðsfelag, at felagið eisini stuðlar Anniku Olsen, “sum hevur verið ein góður politikkari fyri Fólkaflokkin og hevur nógv góð úrslit at vísa á. Hon hevur enn nógv gott at geva flokkinum framyvir, og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum”, skrivar nevndin í Havnar Framburðsfelag.

Á løgtingsvalinum í 2015 fekk Sólvit Nolsø 162 persónligar atkvøður og gjørdist nummar 11 á listanum, sum ikki var nóg mikið at koma á ting. Hann stillaði ikki upp til løgtingsvalið í 2019, tí hann tá valdi sítt borgarliga starv sum journalistur framum.

Men tann 1. apríl í fjør fór hann í starv sum skrivari hjá tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum. Áður hevur hann eisini verið formaður í valfelagnum í Havn, Havnar Framburðsfelag.