Smyril og Strandferðslam verða ikki rakt av verkfallinum. Annars kundi tað verið ein avleiðing av verkfallinum hesa ferð, sum tað so ofta hevur verið fyrr, tí tey, sum binda og loysa Smyril, eru í arbeiðarafeløgunum.
– Lýsti arbeiðssteðgurin hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, rakar ikki sáttmálaøkið hjá landinum, sigur Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, í viðmerking í kvøld.
Hann sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur ikki sáttmála við fakfeløgini sum fara í verkfall og sostatt er tað almenna heldur ikki partur av trætuni ímillum hesi feløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
– Tað, at stovnar hjá landinum brúka sáttmálarnar hjá arbeiðarafeløgunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, hevur ikki við sær, at arbeiðarafeløgini kunnu leggja arbeiðið niður á stovnum undir landinum, sigur Jan Mortensen.
– Fíggjarmálaráðið hevur ikki kollektivan sáttmála við arbeiðarafeløgini leggur hann afturat.
Hann sigur, at arbeiðsfólk, sum arbeiða hjá stovnum undir landinum, eru sett í starv hjá hvørjum einstøkum arbeiðsgevara, og tí eru tey ikki fevnd av lýsta arbeiðssteðginum.
– Tað er tí ikki rætt, sum formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, sigur í fráboðan síni fyrr í dag, at arbeiðsfólk, sum eru sett í starv hjá landinum eru fevnd av lýsta arbeiðssteðginum, leggur hann afturat,
Arbeiðsfólk, sum starvast hjá stovnum undir landinum, fara sostatt ikki í verkfall, sum annas er lýst at byrja mánakvøldið á midnátt.