Ongi úrslit

Smyril ávarar um broytingar hesar næstu dagarnar

Áki Bertholdsen
20 tímar síðan

Siglingin hjá Smyrli hevur verið rættiliga óreglulig í seinastu viku - tó at tað hevur verið siglt eftir ferðaætlaini síðani hósdagin.

Men nú eru aftur broytingar á veg.

Nú fyrrapartin í dag ávarar Strandferðslan aftur um, at ferðaætlamin hjá Smyrli verðir broytt í dag - og kanska eisini í morgin, og týsdagin.

Sostatt verður túrurin av Havnini, sum kuldi verða klokkan 20 í kvøld, útettur til klokkan 22.00. Bíleggingar til túrin klokkan 20 eru sjálvvirkandi fluttar til klokkan 22 og Bygdaleiðir í Suðuroy broyta eisini ferðaætlanina og teir koyra í broytingar.

Men Strandferðslan sigur, at kanska verður ferðaætlanin hjá Smyrli eisini broytt, bæði í morgin, mánadaging, og týsdagin. Strandferðslan sigur, at tað er fyri veður, at ferðaætlanin er broytt.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

18 tímar síðan

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06