Sum vit skrivaðu í gjáramorgunin, var tað rættiliga ófriðarligt í náttarlívinum í Havn sunnunáttina. Og síðani varð støða tikin til, at ein av hesum hendingunum skuldi reisast sum eitt harðskapsmál.
Tað hendi klokkan trý sunnunáttina, tá ið ein maður sló ein duravørð í einum skeinkistaði í andlitið.
Løgreglan sigur, at tey vita hvør gerningsmaðurin er, og tey hava eisini tosað við hann, eins og tey hava tosað við duravørin.