Sum vit skrivaðu í áðni, ætlar landsstýrið at seta eina nýggja, føroyska farsóttarlóg í gildi.
Men tað eru ikki øll, sum eru samd í lógini, sigur landsstýrið. Í summum førum fáa myndugleikarnir ov víðar heimildir, men á øðrum økjum fær landsstýrið ov lítlar heimildir.
Landsstýrið sigur ikki, hvør tað er, sum finst at lógini. Men ein atfinning ímóti uppskotinum um eina nýggja farsóttarlóg, er, at kynssjúkur ikki eru fevndar av lógini.
– Hetta er ein trupulleiki, tí at kynssjúkur kunnu vera alment vandamiklar sjúkur og tí eigur farsóttarlógin eisini at umfata kynssjúkur.
Eftir føroysku lógini fáa myndugleikarnir heimild at tvingsilskoppseta fólk. Í donsku, norsku og íslendsku lógini er hetta broytt, soleiðis at tað ber ikki til.
– Hinvegin kunnu myndugleikarnir í Danmark, íslandi og Noregi, krevja at fólk, sum vilja vera við í almennum og privatum tiltøkum, skulu hava skjalprógv fyri at tey eru koppset.
Tí halda tey eisini at føroyska lógin eigur eisini at verða broytt, soleiðis at tað ikki skal bera til at tvingsilskoppseta fólk.
Tey vísa eisini á, at í koronatíðini var tað ein trupulleiki, at myndugleikarnir høvdu ikki nóg góðar heimildir til at avmarka frælsið hjá fólki at savnast.
– Eftir nýggju føroysku lógini, skal tað bera til at geva boð um, at eitt økið skal avbyrgjast, og at almenn tiltøk ikki skulu vera í økinum.
Myndugleikarnir fáa eisini heimild at krevja, at fyritøkur skulu latast heilt, ella partvíst, aftur.
Hinvegin bar ikki til hjá myndugleikunum at seta forboð fyri, at fólk skuldu savnast á ólavsøku, av tí, at tað ikki var próvfast, at alment vandamikil sjúka var í økinum.
Tað bar heldur ikki at avmarka upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkistøðum. Tí máttu myndugleikarnir fara ein umveg og broyta matstovulógina soleiðis at upplatingartíðirnar vórðu avmarkaðar, og soleiðis at landsstýrið kundi áseta mest loyvda tal á gestum.
Løgfrøðingar staðfestu, at tað var ikki eftir bókiki at gera tað upp á tann mátan.
Í íslendsku, donsku og norsku farsóttarlógunum hava myndugleikarnir víðari heimildir at avmarka savningarfrælsið. Og tey helda, at eisini føroysku myndugleikarnir eiga at fáa víðari heimildir at avmarka frælsið hjá fólki at savnast.