Ongi úrslit

Skótarnir í Føroyum fylla 100 ár

Skótafylki Sigmunds Brestissonar
3 tímar síðan

Týsdagin 2. Februar fyllir Skótafylki Sigmunds Brestissonar 100 ár, og hetta verður hátíðarhildið við móttøku í Skótahøllini við Havnará sama dag.

Skótafylki Sigmunds Brestissonar er elsta skótalið í Føroyum, og sostatt er hetta eisini eitt hátíðarhald fyri føroysku skótarørsluni sum heild, nú skótaítróttin og skótavirksemi í Føroyum hevur 100 ár á baki.

Dyrnar í Skótahøllini lata upp klokkan 14, og sjálv móttøkan verður millum klokkan 16 og klokkan 18.

Sigurð Lamhauge, fylkisstjóri, fer at siga nøkur orð um søguna hjá Skótafylki Sigmunds Brestissonar, umframt hvat stendur fyri framman, og eisini fer Ingun N. Olsen frá frímerkjadeildini hjá Posta at siga nøkur orð um frímerkjaútgávu í sambandi við 100-ára føðingardagin.

Skótafylki Sigmunds Brestisson hevur arbeitt við einum minnisriti, og meira verður eisini at frætta um hetta.

Sjálvandi verður ein kaffimunnur at fáa við onkrum søtum afturvið, og til ber at skoða myndir og blaða í dagbókum frá savninum.

Hetta er eitt sera gott høvi hjá gomlum skótum at koma saman at minnast gamlar skótadagar – og ongantíð betri, um hetta verður gjørt í búna og turriklæði – men øll onnur áhugað eru eisini hjartaliga vælkomin framvið at hoyra eitt sindur um tey farnu 100 árini í føroyskum skótahøpi.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

Í gjár kl. 11:41