Í kvøld vunnu Føroyar EM undankappingardyst fyri kvinnur 4-0 á útivølli í Andorra. Hetta var síðsti dysturin í hesi EM undankappingini, og samlaða úrtøkan hjá Føroyum í seks dystum er 9 stig. Føroyar hava vunnið 4-0 bæði á heimavølli og útivølli ímóti Andorra, og síðsta fríggjadag endaði tað við 2-1 heimasigri ímóti Montenegro.
Grikkaland vann bólkin við 16 stigum, Montenegro endaði við 10 stigum, Føroyar við 9 stigum og Andorra vann einki stig.
Næst á skránni hjá føroyska kvinnulandsliðnum er Baltic Cup, sum eftir ætlan verður í oktober mánað.
Føroyar spældu í kvøld altjóða skrásettan landsdyst fyri 135. ferð, og sigurin í kvøld var nummar 30. Í kvøld vunnu Føroyar fyri fimtu ferð kvinnulandsdyst ímóti Andorra.
Allir sigrar hjá føroyskum landsliðum eru søtir og tann í kvøld var einki undantak. Í fleiri ár hevur tað gingið illa at umseta góðar møguleikar til mál. Tí er tað hugaligt, at trý av málunum í kvøld vóru við góðum skotum úti frá, og 2-0 málið, sum Eyðvør Klakstein skoraði, var eftir fínt uppspæl og innlegg úr vinstru frá Duritu Hummeland.
Jensa Tórolvsdóttir legði við sínum fimta landsliðsmáli Føroyar á odda. Ímóti Montenegro skoraði hon við langskoti, og aftur í kvøld var tað við fínum langskoti, at hon legði Føroyar á odda 1-0.
Ásla Johannesen var í kvøld fyri 53. ferð á landsliðnum, og málið, sum hon við langskoti økti um leiðsluna til 3-0, var tað fimta hjá henni í landsliðsbúnanum. Oftast hevur Ásla verið miðvallari ella vongverji í vinstru. Í kvøld var hon, sum hon eisini var tað í 2-1 heimasigrinum ímóti Montenegro í álopinum saman við Heidi Sevdal.
4-0 sigurin í kvøld staðfesti Tórunn Højgaard Joensen við góðum skoti. Hon hevur oftast verið vongverji í vinstru. Nú tað verður spælt við trimum miðverjum, er hon tann longst til vinstru av teimum trimum. Í kvøld var 24 ára gamla Tórunn Højgaard Joensen fyri 20. ferð á landsliðnum, og í kvøld var hon fyri fyrstu ferð málskjútti á landsliðnum.
Andorra - Føroyar 0-4 (0-2)
EM undankappingardystur
Týsdagur 16. juli 2024 kl. 18.00 á Estadi Nacional Andorra La Vella í Andorra
0-1: Jensa Tórolvsdóttir 19.
0-2: Eyðvør Klakstein 21.
0-3: Ásla Johannesen 72.
0-4: Tórunn Højgaard Joensen 97.+
Dómarabólkur úr Albania: Eglantina Pjetrushaj, Erinda Kume, Jena Mala og Mirela Cemeri (4. dómari)
Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Sunniva Willemoes, Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen – Jensa Tórolvsdóttir, Friderikka Clementsen (Anna Brændstrup, 73.), Sanna Svarvadal (Rúna Jacobsen, 56.), Eyðvør Klakstein (Julia Naomi Mortensen, 84.), Durita Hummeland (Mona Rasmussen, 56.) – Ásla Johannesen, Heidi Sevdal (Malena Olsen, 56.)
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Gunnvá Lutzen, Valborg Østerø, Lea Lisberg, Rebekka Benbakoura, Tóra Mohr, Petra Hoydal, Anna Katrina Mikkelsen
Gult kort: Birita Ryan
Venjari: Signe Pries Andersen