Kvinnuhúsið í Tórshavn hevur eina Kreppumiðstøð og veita eisini ráðgeving til harðskapsraktar kvinnur. Har kunnu tær leita sær skjól tá tær eru í svárastu neyð, tá maðurin, sjeikurin, ella onkur annar fer harðliga við teimum.
Mangan eru hesar kvinnur noyddar at rýma á miðjari nátt. Ofta við børnum, og ikki allar hava nakra familju ella onnur at leita sær skjól hjá. Tá er tað gull vert at hava sjálvbodnar kreftir sum kunnu traðka til og stuðla.
Eitt teimi er av 35 sjálvbodnum og umsorganarfullum kvinnum sum taka ímóti og hjálpa.
Tær arbeiða í vaktum fimtu hvørja viku, frá klokkan 17.00 til 08.00. Tað eru kvinnur við námsfrøðiligum, sosialfakligum og heilsufakligum royndum, og vita tær tí hvat tað snýr seg um og hvørja hjálp ein kvinna og hennara børn hava, tá tey hava verið útsett fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum.
Nú Kvinnuhúsið fer nú at fylla 35 ár, arbeiða tey fram ímóti at fáa nýggj hølir til teirra virksemi.
Kreppumiðsyøðin hevur hildið til í leigaðum hølum øll hesi 35 árini, men nú eru tey vorðin alt ov lítil, ótíðarhóskandi og sera slitin.
317200 er telefonnummarið hjá Kreppumiðstøðini, um tú ella onkur tú kennir er útsett fyri harðskapi.
Teldupostadressan er [email protected]