Ongi úrslit

Sjøtul er nú settur á eftirútbúgving av lærarum

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag síðst í apríl løgdu Hans Harryson, varadekanur, ph.d og lektari í námsvísindum, og Frida Poulsen, varadekanur, Ph.d. í námsvísindum og adjunktur, fram nýggja eftirútbúgvingarleistin fyri stórari lærarafjøld

© Mynd: skulabladid.fo/Ólavur Frederiksen
Hans Harryson varadekanur á Námsvísindadeildini
skulabladid.fo
20 tímar síðan

Í tilmælinum til broytingar í fólkaskúlalógini frá 2023 stendur, at Námsvísindadeildin skal skipa fyri eftirútbúgvingum á diplom-, bachelor- og masterstigi í framtíðini. Nú verður sjøtul settur á, og fyrstu skeiðini eru boðin út.

Týdningurin av eftirútbúgving er sera stórur. Gransking vísir, at eftirútbúgving er týðandi liður at halda lærarar fast í yrkinum. Eftirútbúgving kann motivera lærarar og at geva teimum hug at bróta upp úr nýggjum, tí sum í øllum yrkjum kann vandi vera fyri at brenna út. Eftirútbúgving kann vera ein nýggj byrjan. Lærarar gerast spentir aftur, teir fáa mót, hugskot, orku og dirvi – alt tað, sum eyðkennir tann eldhugaða læraran. Eftirútbúgving kann eisini hava við sær, at lærarin verður partur av nýggjum netverki og samstarvi – í nýggjum fakligum felagsskapi, har yrkislærd fólk møta sínum javnlíkum og hugkveikja hvønn annan. Fyri tann einstaka læraran kann eftirútbúgving føra við sær nýggjar arbeiðsuppgávur og/ella ábyrgdarøki á arbeiðsplássinum, og viðkomandi verður framfluttur ella fær starv aðrastaðni í skúlaskipanini.

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag síðst í apríl løgdu Hans Harryson, varadekanur, ph.d og lektari í námsvísindum, og Frida Poulsen, varadekanur, Ph.d. í námsvísindum og adjunktur, fram nýggja eftirútbúgvingarleistin fyri stórari lærarafjøld. Áhugin millum lærarar var ógviliga stórur at hoyra, hvussu leisturin er settur saman, hvørjar møguleikar hann gevur, og hvussu lærarin kann leggja arbeiðið til rættis og samstundis eftirútbúgva seg. Taka vit allar spurningarnar til teirra, sum løgdu fram, sum barometur fyri áhugan, er eingin ivi um, at áhugin at eftirbúgva seg er stórur.

Tað, sum hevur eyðkent eftirútbúgvingarnar, sum hava verið bodnar út síðstu nógvu árini, er, at eingin yvirskipaður leistur hevur verið. Við nýggja eftirútbúgvingarleistinum verður farið aðra kós við eini føroyskari loysn, sum tekur støði í tørvinum, sum er í skúlaskipanini hjá okkum. Skeiðini, ið verða boðin út, eru øll á masterstigi.

Tørvurin á eftirútbúgving á so at siga øllum økjum er stórur. Ein raðfesting er gjørd í álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini, og hon er hendan:

Skúlabókavarðaútbúgving

KT-varðaútbúgving

Lesivegleiðaraútbúgving

Samstarvandi læra (Co-teaching)

Serlæraraútbúgving

Flokslæraraútbúgving

Orðblindalæraraútbúgving

Leiðsluútbúgving

Skúlavegleiðaraútbúgving

Náttúruvísindi, náttúruvegleiðari

Støddfrøðivegleiðari

Hóast hesa raðfestingina verður fyrst farið undir eitt úrval, og tað er eitt úrval, ið tekur støði í ávikavíst floksleiðsluuppgávuni, Kt-didaktikki, náttúrufaksdidaktikki, inkluderandi sernámsfrøði og konflikhandfaring.

Gongst sum ætlað kunnu tey eftirútbúgvingarskeið, ið lærarar taka í 2025/2026, savnast saman og gerast partur av einari føroyskari masterútbúgving í námsfrøði, ið telur 60 ECTS. Fróðskaparsetur Føroya og Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiða í hesum døgum við at fáa formligu viðurskiftini í rættlag.

Í Skúlablað nr 2 er yvirlit yvir øll skeiðini, sum er boðin úr komandi heyst og komandi ár.

Undirvíst fer at verða ein seinnapart um vikuna (frá kl. 12-16) aðru hvørja viku 10 ferðir til samans hvørt skeiðið. 25 lestrarpláss á hvørjum skeiði. Skeiðini eru øll 10 ECTS-stig og kunnu nýtast seinni til at søkja inn á master í námsfrøði. Umsóknin skal hava váttan frá skúlastjóranum. Freistin at melda til er 15. mai.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00