SÍ vann á greipuvinnaranum Drátti

Hotel Djurhuus-deildin (kvinnur): SÍ - Dráttur 3-0 (25-8, 25-10, 25-19) TB - Fleyr 0-3 (14-25, 17-25, 19-25)

Flogbóltssamband Føroya
22. september 2024 kl. 22:22

SÍ - Dráttur 3-0 (25-8, 25-10, 25-19)

Eitt sindur av klikkbeitu er í yvirskriftini, tí tað var als ikki óvæntað, at greipuvinnarin Dráttur fór at fáa tað truplari í ár, tí liðið er nógv viknað, eftir at mest sum allir teir bestu leikararnir í fjør ikki eru við í ár.

SÍ hevur gaman í eisini mist sínar útlendsku leikarar, men hevur framvegis eitt gott lið, sum eisini er styrkt við, at hevarin Janna Falkvard er afturkomin úr Danmark.

Í dag var lítil og eingin spenningur í dystinum - og tó, tí í triðja setti legði Dráttur seg á odda ikki minni enn 7-0. SÍ vann tó tey næstu seks stigini, men Dráttur legði seg aftur á odda 12-9, áðrenn SÍ hevði hug at draga frá. Dráttur mentist tó aftur og minkaði um munin niður í bara eitt stig til 19-20, men so vann SÍ rest og settið 25-19.

 

TB - Fleyr 0-3 (14-25, 17-25, 19-25)

Fleyr, sum tapti í bæði steypa- og FM-finalunum seinasta kappingarár, er fyri ein stóran part mannað við somu leikarum sum seinasta kappingarár, og ikki verður tað óvæntað, um vit síggja Fleyr í onkrari finalu aftur hetta kappingarárið. TB hevur dugnaligar, men fáar leikarar, og enn restar eitt sindur í hjá teimum at geva Fleyr rættiliga mótstøðu - serliga tá TB spælir uttan argentinsku Arianu Pereyra, sum ikki var við í dag.

TB var væl við í fyrsta setti, men eftir 13-14 vann TB bara eitt stig aftrat, og eftir at Fleyr hevði lagt seg á odda 7-0 í øðrum setti, var spurningurin mest bara hvussu nógv, Fleyr fór at vinna.

Eftir at TB hevði lagt seg á odda 4-0 í triðja setti, tók Fleyr leiðsluna aftur við at vinna seks bóltar á rað og fór framum 8-6. TB helt seg leingi innanfyri eini trý stig, men sum frá leið, vaks munurin nakað, so Fleyr at enda vann 25-19.

Næsta leygardag spæla KÍF og Mjølnir sínar fyrstu dystir í kappingarárinum, tá tey møtast í Kollafirði. Tann dagin spælir Dráttur á heimavølli ímóti TB.