Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, fer eisini at bera til hjá fólki at síggja Eysturoyartunlinum.
Tá ið tunnilin lat upp í 2020 var undantaksstøða í landinum, og vegna Korona bar ikki til at halda nakað alment tiltak, har fólk sluppu at síggja tunnilin, og hølini í tunlinum.
Hetta hetta fer at bera til nú 24. apríl. Bussar fara at koyra úr Runavík, niður í tunnilin, har farið verður inn í pumpubrunnin Eysturoyarmegin. Umframt at sleppa at hyggja at rúminum, verður forkunnug konsert í rúminum, har Herfinnur Árnafjall, operasangari, fer at syngja og Hans Petur í Brekkunum spælir saxofon.
Fyrireikararnir siga, at tað eru ikki so nógv pláss í bussinum og í rúminum, so tað er neyðugt at melda seg til og at keypa atgongumerki.