Ongi úrslit

Sement 2021: Finalan verður leygardagin

Finalan í Sement-tónleikakappingini verður á Reinsarínum leygardagin 1. mai

Tíðindaskriv
29. apríl 2021 kl. 07:50

Støðið til undanumførini hevur verið ómetaliga høgt, og kappingin knallhørð. Vit hava bæði royndar og óroyndar bólkar við í finaluni, sum umboða alt frá punk og hip hop til modernaðan popp og balladur.

Bólkarnir, sum eru komnir víðari í finaluna eru:

- Brimhvítt (fólksligur poppur)

- Marius DC (hip hop)

- Joe & The Shitboys (punk)

- Tina (fólksligur poppur)

- Dóttir (singer songwriter)

- High Moon (modernaður poppur)

Les her um annað og triðja undanumfar í kappingini: Joe og Tina víðari til finaluna og High Moon trein út á almenna pallin og skein sum ein sól

Vinningar

Nummar 1,2 og 3 fáa studiotíð hjá Kristoffur Mørkøre og gávukort frá Simma Musikkhús.

Umframt hetta, so handar Reinsaríið heiðursbrævið "Spark í reyvina" til ein bólk, sum er óheftur av dómsnevndini. Og hesin bólkurin vinnur eisini studiotíð.

Dómarar og vertir

Til finaluna verða tríggir dómarar, og teir eru Teitur Lassen, Ári Rouch og Rannvá Helenudóttir. Trý fólk, sum hava drúgvar royndir innan tónleik og hava fingurin á pulsinum. Og verturin í ár er maðurin handan fleiri av størstu hittunum í Føroyum: Terji Rasmussen. Ein harri, sum er ein entertainari av rang, sum eisini hevur nøkur heilt serlig evnir til at fáa fólk at kenna seg væl.

Tiltakið byrjar klokkan 21.

Tað er Betri, sum letur vinningar til nummar 1, 2 og 3, meðan Koda Føroyar letur Spark í reyvina. Aðrir stuðlar eru Tórshavnar Kommuna, Simme Musikkhús og Føroya Bjór.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47