Sement 2021: High Moon trein út á almenna pallin og skein sum ein sól

Dómararnir og fjøldin vóru ikki í iva: High Moon skuldi víðari til Sement-finaluna úr seinasta undanumfarinum í gjárkvøldið. Nógvir bólkar vóru um boðið at fylgja High Moon, men tað gjørdist Dóttir, sum fekk seinasta plássið til finaluna komandi vikuskifti

Sigurjón Einarsson
25. apríl 2021 kl. 22:30

Í gjárkvøldið var triðja – og seinasta – undanumfarið av Sement-kappingini á skránni í Reinsarínum. Og eins og undanfarin umfør var støđiđ høgt og kappingin knallhørđ. Hóast dómararnir og fjøldin ikki vóru í iva um tann eina bólkin, ið skuldi víðari, so var ringt at taka dagar ímillum, hvør hin bólkurin skuldi vinna sær víðari luttøku í tónleikakappingini, men tá samanum kom var tað Dóttir (Súsanna Herálvsdóttir), sum verður sætti einstaklingurin/bólkurin í finaluni 1. mai.

Her er ein kronologisk gjøgnumgongd av bólkunum, sum luttóku:

Telemama

Fyrsti bólkurin á palli var Telemama. Bólkurin er mannaður av fýra ungum monnum, sum siga seg regluliga hava jammað saman og hildu tí, at teir nú hava okkurt, sum kann koma føroyska tónleikapallinum til góðar.

Bólkurin sigur seg hava íblástur frá blues, R&B, funk og eisini garage rokkinum, sum var hoyra tíðliga í 00’unum. Úrslitið var ein blandingur av funkrokki og indie tónleiki, ið viðhvørt minti eitt sindur um Arctic Monkeys, har forsangarin, Óli Joensen, eisini til tíðir minti meg um Alex Turner, sangara í Arctic Monkeys, og det er ikke så ringe endda. Við eitt sindur av sangvenjing, so verða teir høgu tónarnir betri framførdir.

Og tað riggar fínt at seta sín sokk á gittarin og brúka hann sum gittar-capo, skuldi eg heilsa og siga.

Hervør Sabina

Næstur bólkur var Hervør Sabina, sum býr á Toftum saman við Kára og teirra fýra børnum. Hervør sigur seg hava yrkt og smíðað løg, síðan hon var smágenta. Hervør hevur eina frálíka rødd og virkar til at hvíla væl í sær sjálvari.

Sum ein onnur Karen frá The Carpenters leiddu hon okkum væl gjøgnum teirra setu. Talan var um erligar sangir, ið snúðu seg um ymiskt á lívsleiðini – bæði hjá henni og øðrum. Alt frá trúgv og iva til strongd, og tí er viðhvørt gott at minna seg á, at best er bara at taka sær av løttum og yppa øksl heima við hús.

Nú er tað soleiðis, at høvuðsfólkini í bólkinum eru gift og eiga fýra børn, so eg skilji væl, at tey kanska kundu hugsa sær at slappa av og viðhvørt bara yppa øksl. Men onkursvegna hava tey funnið sær tíð (góðar ommur og abbar, ið traðka til?) til at spæla í bólki, og tað frøast við áhoyrarar yvir, tí talan var um eina deiliga og inniliga framførslu, ið endaði við einum frálíkum Carpenters - Top of the World country-sangi.

Hvussu var tað nú? Hevði Balslev tilboð uppá fimm liturs máling ella var tað bara ein fimm liturs spann?

Impartial

Frá inniligum Carpenters tónleiki frá Hervøri, trein ein metal-bólkur á pallin. Impartial er metal í orðsins rætta týdningi, men tað var eisini melodiskur metal-tónleikur, um nakað eitur so? Líkamikið, soleiðis ljóðaði tað í hvørt fall.

Impartial vann føroysku Wacken Battle-kappingina í fjør, men limirnir bíða enn at sleppa at umboða Føroyar á størstu metal-festivalinum yvirhøvur í Wacken, Týsklandi, men ja, korona...say no more.

Impartial sigur seg ljóða líka eins og dramatiskt sum føroyska landslagið – og nokk eisini føroyska veðurlagið við – men tað er eisini á tekniskum høgum støði.

Bólkurin prógvaði við síni framførslu, at metal-tónleikurin hevur tað gott her á landi. Við knúsandi tungum gittarspælið og glóðheitum skiftandi rútmum ynskir Impartial at blása koronufarsóttina til helvitis, so teir kunnu umboðað Føroyar, sum sjálvstøðugur limur í Wacken Metal Battle-kappingini, fyri sættu og seinastu ferð, nú Føroyar framyvir verða lagdar saman við Íslandi og Danmark sum ein luttakandi eind.

Ikai

Eg ímynda mær, at ungu limirnir í Ikai hava tónleikagávurnar at føra nakað fram ófyrireikað og bara improvisera seg gjøgnum eina framførslu, sum til dømis til eina tónleikakapping í Reinsarínum ella inni í einari jazz-barr, tí framførslan hjá Ikai gav okkum jarðfesti aftur, eftir framførsluna hjá Impartial.

Tónleikaevnini hjá limunum í Ikai eru skúlaði á einum høgum støði, og eg rokni eisini við, at vit fara at síggja og hoyra nakrar av limunum í bólkinum á onkrum hægri tónlistarskúla, tá tíðin er búgvin til tess.

Men halt kipp ikki, sum tað er deiligt at hoyra eitt Fender Rhodes elektriskt klaver, tá viðkomandi, ið spælir, hevur gott skil á tí. Benjamin Tausen á Lava sat við elektriska klaverið sum ein annar Ray Manzarek. Og so kann mann kanska ímynda sær, hvussu The Doors hevði ljóðað, um Jim Morrison ikki var við í bólkinum og Ray Manzarek var oddamaðurin. Hoyrir tú Rhodes-klaverið úr “Riders on the Storm” fyri tær nú? Gott!

Jazzur við Rhodes-klaveri er altso fantastiskur lounge-tónleikur.

Dóttir

Danska/føroyska Súsanna Herálvsdóttir, sum er heilin handan Dóttir. Og seinastu tíðina hevur Dóttir eisini fingið vind í seglini á alternativa rokkpallinum í Danmark. Og tað er takkað verið alternativa norðurlendska rokkinum, sum er ein sunn blanding av intimum og orkufullum tónleiki, verður hennara tónleikur lýstur.

Talan er í høvuðsheitinum um melankolskan tónleik, sum gevur lurtarum møguleika at hyggja inneftir, og hon kom inn á nøkur áhugaverd ting. Sum til dømis tað, hvussu tað er at ferðast millum tveir heimar, tvær mentanir; at vera føroyingur í Danmark og danskari í Føroyum – ella sum hon sjálv sang: “How long will I float between these two lands, before I reach the shore?”

Í seinasta sanginum kom Súsanna inn á, hvussu vit menniskju hava sama útgangsstøði, tá vit verða fødd, men hvussu ymiskt vit kunnu menna okkum – alt eftir, hvat okkum er fyri á lívsleiðini og hvussu lagnan fer við einum.

Ein sera intim, men samstundis ein sera sterk sterk. Tað er ongantíð lætt at standa einsamøll á palli. Tað kann fara báðar vegir, men framførslan hjá Dóttir (Súsonnu Herálvsdóttir) var somikið sterk, at tað vann henni víðari luttøku til finaluna.

Føgrudyr

Bólkurin byrjaði fyri tveimum árum síðani til Sement-kappingina tá. Síðani seinast hevur bólkurin fingið nýggjan trummuspælara og bassist.

Verturin, the one and only Terje Rasmussen, hevði torført at seta orð á, hvørja sjangru Føgrudyr skuldi bólkast undir, og tað hevði bólkurin kanska eisini sjálvur torført við at seta orð, men friður veri við tí. Tað er sjálvur tónleikurin, tað handlar um.

Føgrudyr virkar til at vera ein væl samanspældur bólkur, ið til tíðir spældi fangandi tónleik. Í fyrsta sanginum var ein deilig sello-solo frá Vár Iversen Lindenskov, sum broytti sangin frá at vera singer songwriter til modernaðan keltiskan tónleik eina løtu. Áhugavert.

Talan var um eina trygga framførslu, har forsangarin, Sámal Jákup Jacobsen, leveraði vøruna saman við Ingmari, sum kanska heldur við Víkingi, á klaver.

High Moon

Allarseinasti bólkur hetta kvøldið og í undankappingini var High Moon. Og lat meg siga tað beinavegin: Wauv! Hvar kom hatta frá? Hetta sá eg ikki koma. Hetta var veruliga at goyma tað besta til síðst.

High Moon kom, sá og sigraði, tá bólkurin blásti øll um koll við teirra framførslu. Tað var veitsla og poppur frá byrjan til endan, tá High Moon framførdi í besta synthpop frá 80-unum møtir Lukas Graham-stíli sínar fangandi sangir, har tú vart fangaður við tað sama! Hví ólukkan hava vit ikki hoyrt meira til hendan bólkin fyrr? Bólkurin, sum fyrst spældi saman í eitt hálvt ár, helt pausu í tvey, fyri síðani at venja fram til hesa Sement-kappingina, hevur alt ov gott tilfar til at verða goymt. Tað skal út til fólkið, nú! Nú hevur fyrsta almenna framførslan verið, so nú verður bara bíðað eftir, at bólkurin javnan verður at hoyra.

Mínar damur og harrar, vit hava funnið avloysararnar fyri Danny & the Veetos. High Moon verður bólkurin, sum verður at hoyra næstu nógvu tónleikafestivalarnar her á landi, tá umstøðurnar fara at loyvi tí aftur um ikki so leingi. Minnist til navnið, High Moon.

Hetta kann blíva stórt, heilt stórt!

Eg eri ein fjeppari.

(Ein upptøka frá framførsluni sæst her)

Finalan 1. mai

Finalan verður longu komandi leygarkvøld í Reinsarínum. Uppgávan hjá dómaratrioini verður torfør til finaluna í Sement-kappingini, tí støðið hevur til tíðir verið rættiliga høgt.

Tað er altso ótrúligt, at eitt so lítið land sprænir út so nógv evnarík tónleikatalent.

Eg eri bjartskygdur. Vit eiga so nógv góð og evnarík tónleikafólk her á landi, at mann fær næstan hug at taka undir við útlendskum tónleikafólki, tá tey ofta siga, at nøgdin av fólki við góðum tónleikagávum er ovurhonds stór á hesum brimbardu klettum, í mun til fólkatalið, men tað halda vit føroyingar ikki er so løgið. Tað er bara so, og tað er fantastiskt!