Sement: Joe og Tina víðari til finaluna

Í gjárkvøldið var annað umfar í Sement. Meðan ein kendur bólkur kom víðari, so var hin bólkurin, sum vann sær víðari luttøku, Tina, ókendur. Tina er ein spennandi tónleikabólkur

Sigurjón Einarsson
24. apríl 2021 kl. 14:25

Reinsaríið var í gjárkvøldið karmur um annað umfar í Sement, har tað var stúgvandi fult av fólki til tiltakið. Spurningurin er, um tað vóru stuðlar hjá teimum einstøku bólkunum ella bara koronutroytt fólk, ið gjarna vildu út at uppliva spírandi føroyska tónleikamentan.

Tað vóru sjey bólkar til hetta undanumfarið – finalan verður 1. mai – og tveir bólkar komu víðari til finaluna: Joe and the Shitboys og so ókendi bólkurin, Tina.

Sement er tónleikakapping í rútmiskum tónleiki – tann einasta av sínum slagi í Føroyum. Fyriskipararnir hava greitt frá, at øll eru vælkomin at luttaka í kappingini – roynd og óroynd, kend og ókend og at talan er um tónleik innan allar sjangrur.

Lat tað vera sagt beinavegin, at undirritaði hevur búð uttanlanda í yvir eitt áratíggju, so mann visti ikki heilt, hvat mann kundi væntað sær av luttakandi bólkunum í kappingini, men tað var eitt sindur av hvørjum, ið Sement borðreiddi við til seinna undanumfarið í Sement-kappingini gjárkvøldið.

Her er ein kronologisk gjøgnumgongd av bólkunum, sum luttóku:

Elevator Alligator

Hóast undirritaði hevur búð í kalendara-Danmark í yvir eitt áratíggju, so hevur “føroyska sjúkan”, at ikki koma til tíðina, fylgt einum i tykt og tyndt, tí tá mann steig innum dyrnar í Reinsarínum eitt lítið sindur yvir klokkan 21, var tiltakið longu byrjað – til tíðina.

Men tað var sum at koma inn í ein kjallara í Seattle fyrst í 90-unum, tá mann trein inn. Her var góða gamla grunge á skránni, og ein gomul rotta sum eg mátti trekkja uppá smílibondini. Grunge livir enn, yes!

Forsangarin, Kjartan Torbensson, var ein hybrid millum Chris Cornell, Layne Staley og Eddie Vedder, sum ljóðar at vera størsti íblásturin hjá sangarinum. Viðhvørt ljóðaði tað eitt sindur sum Chris Cornell, ið royndi at syngja sum Eddie Vedder, men tað er ikki negativt meint, tí Kjartan kom bara heilt væl frá framførsluni.

Bólkurin manglar kanska eitt sindur at verða betri samanspældur, men ein góð byrjan uppá kvøldið, hóast tað ongantíð er lætt at vera fyrsti bólkur, sum skal seta hol á. 

Visti ikki heilt hvussu støðið fór at vera til hesa kapping, men hendan byrjanin var góð og lovandi fyri kvøldið.

Vølva

Vølva er kærleiksbarnið hjá Jákupi Bernhard Brim Joensen og Silju Johannesen, sum annars hava skrivað og spælt tónleik hvør sær, inntil teirra vegir møttust.

Tað verður ofta sagt, at mætasta av øllum gudakvæðunum er Vøluspá, sum varð yrkt í Íslandi heilt seint í heidnari tíð ella kanska eftir tað almenna skiftið til kristindómin. Í kvæðinum sigur ein vølva, ein spákona, Óðini frá gudanna lagnu.

Vit hoyrdu ikki so nógv til gudanna lagnu frá bólkinum, men talan var um sera droymandi og melodiskan tónleik frá felagsverkætlanini hjá Jákup Bernhardi og Silju, har vit viðhvørt vórðu førd inn í ein annan heim ella aftur til barndómin, sum millum annað í sanginum “Sjórok”, har sungið varð um bubbligumm, ið varð tugt við barnatonnum.   

Talan var um ein inniliga, viðhvørt skemtingarsama, framførslu, sum varð eitt sindur órógvað av einari brummandi trummu, ið ljóðaði sum um, hon ikki var spent ordiliga ella hvat veit eg, og tað gjørdist eitt sindur ótolandi, tíverri.

Amires

Amires eru fimm hálvhjernar, sum teir sjálvir kalla seg, úr Leirvík, Syðrugøtu, Fuglafiðri, Eiði og Hvalvík.

Brádliga vóru vit til eina hugnaliga kvøldsetu á Miðnámi á Kambsdali. Talan var um eina hugnaliga framførslu, har nakrir ungir mans, ið enn ikki heilt vita, hvønn veg teir skulu fara – eins og við víðari skúlagongdini, kanska.

Men við góðum The Shadows-gittarspælið og einum forsangara, sum til tíðir minti um Sam Fender – við síni kláru og ljósu rødd – so var talan um ein bólk, sum enn hevur nakað at arbeiða við, men tað skal nokk koma.

Tina

Tónleikurin hjá Tinu Mellemgaard byggir á hennara tankar um lívið, lívsins grundarlag og menniskjans stóra virði – og tað ger hon á donskum. Tina hevur búð niðri og hevur danskan pápa, og tí fellur tað henni náttúrligt at syngja á donskum, sigur hon.

Gjøgnum tónleikin ynskir hon at skapa nakað positivt í menniskjum við at blanda soul, R´n´B og popp saman. Og tú hoyrdi beinavegin, at hetta var serligt og inniligt – sera inniligt. Tina hevur eina sera kremuta rødd og dugnalig fólk afturat sær.

Teir fyrstu tveir sangirnir koyrdu væl, men í triðja og seinasta sanginum hjá bólkinum bleiv tað í so nógv eftirskúlastemningur, har fjøldin skuldi syngja kórsang afturvið sanginum, og tað bar ikki heilt á mál. At fáa fjøldina til at syngja kórsang ella undir hoyrir meira heima til eina konsert, ið varar yvir ein tíma, og síðani kann mann hava hesa kórvenjing eftir ein hálvan tíma, men tað var catchy, tí eg syngi enn dudu...du du du...du.

Men alt í alt var tað ein deilig funk-popp framførsla, og spennandi verður at fylgja Tinu víðari á hennara tónleikaferð. Har er heilt víst okkurt, ið Tina hevur uppá hjartað og takk fyri tað.

Piparstertur

Piparstertur eru fýra ungir garpar, sum koma frá ymiskum tónleika bakgrundum, og hava tí nógv ymisk hugskot og elementir í tónleikinum. Talan er um melodiskan og instrumentalan tónleik frá bólkinum.

– Vit leggja dent á listarligt frælsi, og tað hoyrist aftur í tónleikinum, ið er fyltur við improvisatiónum og fløktum harmonium, siga teir, og tað hoyrdist aftur í framførsluni. Aftur her má eg taka bakgrundstónleikararnar hjá Cliff Richard, The Shadows, fram sum dømi, tí gittarspælið hjá Piparsterti minti um gomlu garparnar í The Shadows – ella The Drifters, ið teir upprunaliga kallaðu seg, men við einum rútmiskum nútíðardámi.

Framførslan endaði eitt sindur endaleyst. Har manglaði kanska tann stóra finalan – ella kanska ein føroyskur Cliff Richard?  

The Harmonies

The Harmonies er ein bólkur av ungum fólkum, ið royndi at liva upp til navnið. Viðhvørt var tað samljóð í framførsluni, viðhvørt ikki. Ester Skála er komponistur og hevur skrivað bæði tekst og løg. Hon segði undan síðsta sanginum, at tey høvdu goymt tað besta til síðst og rætt hevði hon!

Í síðsta sanginum varð sungið á føroyskum, og tað riggaði nógv betur at syngja á føroyskum, enn at syngja á enskum. Til seinasta sangin var gott samljóð millum røddina hjá Esteri og Sóley Leo, so meira av tí. Kanska hevði tað verið eitt gott hugskot at brúkt meira tíð at smíða løgini saman sum bólkur, tí spæligleðin var avgjørt til staðar, sum kom serliga fram í seinasta lagnum.

Joe and the Shitboys

Tað er kanska nasadjarvt at spyrja, hvat ein bólkur sum Joe and the Shitboys ger til eina tílíka kapping, men tá ið fyriskipararnir siga, at Sement er tónleikakapping í rútmiskum tónleiki, har øll eru vælkomin at luttaka í kappingini – roynd og óroynd, kend sum ókend, so kann Joe and the Shitboys sjálvandi eisini vera við í hesi kapping. Men verður tað ikki eitt sindur Prix Føroyar og Taxi-sligt, at punk-bólkurin er við í hesi kapping? Joe and the Shitboys er ein – eftirhondini – etableraður bólkur, ið møguliga er á gáttini til eitt semi-altjóða gjøgnumbrot, ið koronafarsóttin tíverri hevur lagt fótonglar fyri, men gjøgnumbrotið kemur.

Men halt kipp ikki, they brought the party, sum tað eitur á enskum máli. Hetta er fyrstu ferð, eg upplivi bólkin framføra, og teir vóru in your face frá fyrsta bríkslið av!

Og nú vit eru við fótbólts frøðimál, so sendi Joe and the Shitboys nøkur borgarlig orð móti Fótbóltssambandinum, eftir tiltikna skrivið, sum FSF sendi fótbóltsfeløgunum í síðstu víku, í sangi nummar fýra – ein sangur, ið vardi kanska 20 sekund – sum varð ognaður FSF, har sungið varð FUCK, FSF!

Hvat kann mann siga? Tað var ein sera lívlig framførsla hjá Joe and the Shitboys, hóast tíðin var stutt. Men teir pumpaðu ein stemning upp and brought the party...takk fyri!

Triðja umfarið í Sement-kappingini verður í kvøld klokkan 21 í Reinsarínum, har tveir bólkar hava møguleika at vinna sær víðari luttøku til finaluna, ið verður tann 1. mai.