Á aðalfundi í Ráðgevarafelagnum hósdagin 19. mars vórðu Eyðbjørn Brimnes og Selmar Nielsen afturvaldir í nevndina.
Rúni Abrahamsen takkaði fyri seg í nevndini og stillaði tískil ikki uppaftur. Nývaldur í nevndina var Poul Nolsøe Kjølbro Linklett, sum hevur verið tiltakslimur farnu setuna.
Nevndin skipaði seg á nevndarfundi 10. apríl, og hon sær soleiðis út:
Árni Jakobsen, formaður
Selmar Nielsen, næstformaður
Poul Nolsøe Kjølbro Linklett, nevndarlimur
Eyðbjørn Brimnes, nevndarlimur
Ósbjørn Jacobsen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru Andras Ortind og Eyðun Eliasen
Ráðgevarafelagið vil takka Rúna Abrahamsen fyri drúgva tænastu sum nevndarlimur og næstformaður í felagnum.