Ongi úrslit

Samfylgjandi familjur: 600 uppá nøkur ár?

Gulli Johansen
13 tímar síðan

Tølini vísa at 229 makar og 353 børn eru komin síðani 2016 so næsta 10 ár eru komin 582 fólk, men Fast track kom ikki fyrr í 2021 so síðani eru 405 komin, hvussu nógv av hesum eru makar og børn hjá føroyingum? Ella hjá læknum ella ítróttarvenjarum?

Tað sást eisini longu, at herdu krøvini til samfylgjandi familjur frá 2023 hava gjørt stóran mun, talið er minkandi hvørt ár síðani, úr 125 í 2023 til 69 í 2024 til 47 í 2025. Eisini skal hugsast um, at samfylgjandi familjan eisini sum oftast verða arbeiðsmegið
Tað eru 3575 útlendingar í Føroyum tað vil siga ikki danskir ríkisborgara, og seinastu 10 árini eru 582 samfylgjandi komin við, tað vil altso siga 3000 fólk sum ikki eru samfylgjara, kanska helvtin av teimum samfylgjandi familjunum eru hjúnarfelagar hjá føroyingum, vit eru rættiliga nógvir Føroyingar ið hava útlendskan hjúnarfelagar. Familjusamanføring má eisini hugsast um, at tað ávirkar eisini Føroyinga. Tað eru bæði kvinnur og men ið finna sær útlendskan maka, so tað kann ikki verða so torført at fáa tann ein elskar til Føroyar, at tað endar við, at vit velja Føroyar frá. Í donsku útlendingalógini verður gjørdu munur á, um tann ið søkir um familjusamanføring er danskur ríkisborgari ella ikki. 

Føroyingar sum fara uttanlands hava ikki sínar familjur við sær, nei, teir eru tó ikki burtur í 1 ella fleiri ár í senn, men koma heim 14. hvønn dag ella annan, triðja hvønn mánað, nakað tað sama sum ein føroyskur sjómaður við føroyskum skipi.

Norðmenn, sum eisini eru her og bora tunlar, hava somu treytir sum føroyingar, sum arbeiða uttanlands, men teir eru eisini í hagtølunum fyri útlendingar í Føroyum 292 norðurlendingar

So um ein hugsa eitt sindur so er 3 ár ein rættiliga long tíð at verða fyriuttan familjuna, og um tey ikki kunnu søkja um familjusamanføring fyrr enn eftir 3. árum so má líka leggjast aftur at at umsøknin til familjusamanføring tekur 7 mánar at viðgerða, so tað gánga altso næstan 4 ár aðrenn tey kunnu fáa makan við, og verða somu krøv sett til læknar og ítróttar venjara/leikara?

Vit hava líka nógv brúk fyri arbeiðsfólkinum. Hevði nakar av politikarunum hug at arbeitt í eitt nú Afrika í 3 ár uttan møguleika at síggja familjuna?

Tað er alto ov ofta vit hoyra eg haldi og ikke eg veit tá tosa verður um útlendingar so her eru fakta frá Vinnihúsinum
https://www.industry.fo/fimm-fakta-um-utlendingar?fbclid=IwY2xjawQPy5hleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFjN2RWeXhYV093MWh4WHJxc3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHhT7QSZHrDVJ6uVQdLkMp74QcxHoHyC0iM3vJ5aC2QI4L9OxV9obsGl8E_TW_aem_pL4AEKm4e883ks2Nx6kT3Q


Gulli Johansen 

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

17 tímar síðan