Ongi úrslit

Sálarfrøði økið má takast hond um og raðfestast, so bíðitíðir verða munandi styttar og neyðugar viðgerðir gerast

Johan Dahl, valevni fyri Sambandsflokkin
9 tímar síðan

Sálarsjúka skal takast í størsta álvara. Í dag bíða alt ov nógv fólk í upp til hálvtannað ár eftir útgreining og neyðugari viðgerð. Hetta er bæði burturvið og fullkomiliga óacceptabult. Tá ein persónur endiliga søkir hjálp, er støðan ofta álvarsom — og tá kann man ikki bíða í mánaðir og ár.

Vit mugu tí raðfesta psykiatriina nógv hægri. Bíðitíðirnar skulu niður á eitt virðiligt stig, so fólk fáa hjálp, tá teimum tørvar hana — ikki tá støðan er versnað og nærmast vónleys . Hetta krevur fleiri fakfólk, betri arbeiðsumstøður og eina greiða politiska raðfesting.

Somuleiðis er tørvur á vardum bústøðum, so fólk við álvarsomum sálarsjúkum kunnu liva undir tryggum karmum við neyðugum stuðli í gerandisdegnum. Uttan slík tilboð enda nógv í einsemi, ótryggleika og afturvendandi innleggingum, sum hvørki er gott fyri tann einstaka ella samfelagið.

Eitt samfelag kennist aftur á, hvussu tað tekur sær av teimum veikastu. Tí skulu sálarsjúk fáa skjóta, virðiliga og fakliga dygga hjálp — og møguleika at liva eitt trygt lív í egnum bústaði. Tað skylda vit teimum.

X við Johan Dahl

Sambandsflokkurin 


Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46