“Dagarnir hava verið sera gevandi, við nógvum góðum fundum við reiðarí, sum vit hava samstarvað við í fleiri ár, eins og við nýggj reiðarí, ið vit síggja fram til at menna samstarvið við komandi árini,” skrivar Runavíkar Havn á Facebook.
Frá havnini ljóðar tað víðari, at stórur áhugi er fyri teimum fimm ferðamálum, sum eru Kongshavn á Skálafirði, har øll sløg av skipum kunnu leggja at, og bygdirnar Elduvík, Funningur, Oyndarfjørður og Rituvík, har ið Runavíkar Havn tekur hvørt ár tekur ímóti einum avmarkaðum tali av ferðamannaskipum.
Tvær bygdir afturat fáa vitjan
Oyndarfjørður og Rituvík eru nýggj ferðamál í 2026, og fyrstu skipini vitja hesar bygdirnar í ár. Eins og í Elduvík og Funningi verða ferðafólkini førd í land við smábátum.
Runavíkar Havn skrivar víðari, at bíleggingarnar fyri komandi árini nú nærkast 100 skipum. Eitt dagført yvirlit yvir komandi vitjanir sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar havn: https://portofrunavik.com/cruise-calls
Á Seatrade Cruise Global í Miami luttóku úr Føroyum Runavíkar havn, Tórshavnar havn, Klaksvíkar havn, Tor Shipping, Faroe Ship og MB Tours.
“Samanumtikið hava tað verið nakrir sera góðir og gevandi cruisedagar í Miami,” skrivar Runavíkar Havn at enda.