Ongi úrslit

RSP taka yvir Tórsfest 2026

Tórsfest
1 tími síðan

RSP hava fest seg sum eitt av mest eftirspurdu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum – og nú er greitt, at teir leggja beina kós móti Tórsfest 24. juli.

Við einum sermerktum ljóði og ráari orku hava RSP skapt sítt egna pláss í føroyskum tónleiki. Teirra tekstir eru beinraknir og ófiltreraðir, og teir tora at seta orð á tað, sum onnur ofta lata liggja. Hetta hevur givið teimum eina sterka støðu millum serliga yngru áhoyrararnar – men eisini nógv breiðari enn so.

RSP eru kendir fyri sítt frekka og sjarmerandi útrykk, og skapa ein heilt serligan dám á pallinum. Teir spæla við fjøldina, byggja orkuna upp og fáa áhoyrarar at liva seg inn í hvørja einastu linju. Tað er júst henda nærveran og hetta sambandið við fjøldina, sum ger teir til eitt fyribrygdi, ið skal upplivast.

Tá RSP fara á pall á Tórsfest 2026, kunnu vit vænta eina konsert við fullari ferð á – har tónleikur, orka og áhoyrarar smelta saman í eina sanna uppliving.

Tórsfest 2026 verður stórt – keyp atgongumerki í dag á www.ebillett.fo fyri einans kr. 895,- + avgreiðslugjald.

Frammanundan er longu greitt, at Christopher, Benjamin Havn og mong onnur verða á pallinum fríggjadagin 24. juli.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38