Ongi úrslit

Ronaldo mest skorandi nakrantíð

Cristiano Ronaldo skoraði mikukvøldið sítt mál nummar 760, ið, sambært nógvum, ger hann til mest skorandi fótbóltsleikara nakrantíð, men tað eru ikki øll, sum eru samd við hesum

Sigurjón Einarsson
21. januar 2021 kl. 07:50

Tá Juventus í gjárkvøldið vann italsku Super Cuppina við einum 2-0 sigri móti Napoli, var tað ein gamal kenningur, sum aftur skoraði mál.

35-ára gamla heimsstjørnan skoraði fyrra málið og harvið sítt mál nummar 760 á sínari yrkisleið.

Fleiri miðlar og heimasíður, sum fáast við hagtøl, siga, at Ronaldo nú hevur sligið málmetið hjá kekkiska málmaskinuni Josef Bican, ið leikti í 1930-unum, 1940-unum og í 1950-unum, har hann megnaði at skora 759 mál.

Men tað eru ikki øll, sum er samd um, hvør eigur metið.

Hagtøl frá altjóða fótbóltshagtalsíðuni RSSSF siga, at Josef Bican skoraði 805 mál og hevur sostatt enn metið.

Hurlivasin stavar tó frá, at nøkur av málunum hjá Bican eru frá dystum, har hann leikti við næstbesta liðnum hjá Rapid Wien og eisini fyri amatørlið, umframt at hann skoraði nøkur mál á landsliðnum, ið ikki vóru skrásettir sum altjóða skrásettir dystir.

Verða hesi mál roknaði frá, so skoraði Bican 759 í 495 dystum, skrivar BBC. Til samanberingar hevur Cristiano Ronaldo nú spælt 1040 dystir og skorað 760 mál.

Honum í hølunum er Lionel Messi, sum er tvey ár yngri enn Ronaldo. Messi er 41 mál aftanfyri portugisan.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46