Ongi úrslit

Rokfiskiskapur: Hava aldrin avreitt fyri so nógv sum í fjør

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í fjør høvdu føroysk fiskiskip, og útróðrararbátar, rokfiskiskap.

Í hvussu so er hava tey aldrin avreitt fyri so nógv, sum tey gjørdu í fjør, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Í fjør avreiddu føroysk skip, og føroyskir bátar nevniliga fyri tilsamans góðar 4,6 milliardir. Hetta eru 700 milliónir meiri enn í 2024, tá ið avreiðingarvirðið var 3,9 milliardir.

Annars hevur avreiðingarvirðið ligið upp á góðar 3 milliardir, men í 2021 fóru prísirnir at hækka. Longu í 2022 var avreiðingar virðið hækkað upp í 3,9 milliardir og og í 2023 varð tað hækkað upp í 4,2 milliardir.

Avreiðingar er er fiskur hjá føroyskum skipum og bátum, sum, meir ella minni, er virkaður umborð - alt frá køldum kruvdum fiski til fryst flak. 

Men hóast avreiðingarvirðið setti met í fjør, minkaði nøgdin nakað. Í fjør vórðu avreidd góð 600.000 tons, sum er eitt vet minni enn í 2024 tá ið talan var um 640.000 tons. 

Virðið á toskinum vaks nógv í fjør, tí tað var tvær ferðir so stórt sum í  2024 - nevniliga úr smáum 210 milliónum í 2024, upp í góðar 420 milliónir í fjør. Nøgdin á toski vaks eisini 65 prosent.

Í 2019, vórðu 20.000 tons av toski avreidd fyri góðar 370 milliónir. Men í fjør vórðu 11.000 tons avreitt fyri tilsamans 420 milliónir.

Annars er uppsjóvarfiskur, makrelur, sild, og svartkjaftur, 85 prosent av øllum avreiðinunum í fjør og - svartkjaftur einsamallur var 67 prosent.

Annars var uppsjóvarfiskur stívliga 50 prosent av avreiðingarvirðinum í fjør.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

Í gjár kl. 11:41