Ongi úrslit

Róðrarsambandið hevur sett samskipara

Nýggi samskiparin, sum býr á Skála, og fer at arbeiða 20 tímar um vikuna hjá RSF

rsf.fo
4. desember 2024 kl. 13:05

Nevndin í Róðrarsambandinum hevur samtykt at seta Kaysten Rasmussen í starv sum samskipara, 20 tímar um vikuna, hjá Róðrarsambandi Føroya.

Kaysten Rasmussen er 48 ára gamal og búsitandi á Skála. Kaysten hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði innanfyri vinnulívið og ítróttin.

Kaysten fer at samskipa alt tað umsitingarliga á skrivstovuni hjá sambandinum, og annars at vera við til at føra tjóðarítrótt okkara longur fram á leið.

Kaysten byrjar í starvinum 1. januar 2025.

Tá fer skrivstovan at hava opið hesar dagar:

Týsdag 13 – 18

Hósdag 13 – 18

Annars ber til at ringja 267553 ella at senda teldupost til [email protected]

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26