Ongi úrslit

Ríkisfelagsskapurin undir trýsti í geopolitiskari kreppu

Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Ein nýggj geopolitisk kreppa millum USA, Grønland og Danmark hevur av álvara sett ríkisfelagsskapin undir trýst, samstundis sum krøvini um størri sjálvræði vaksa í bæði Føroyum og Grønlandi.


Eitt sonevnt webinar hjá Dansk Institut for Internationale Studier (DIIS) tann 23. apríl 2026 fer at viðgera støðuna og møguligar avleiðingar fyri innanhýsis sambondini í ríkisfelagsskapinum.


Kreppa við altjóða týdningi

USA hevur - sum tey flestu vita - hótt við at taka yvir Grønland. Hetta setur spurnartekin við bæði sjálvræði hjá grønlendingum og støðufesti í vesturheiminum og NATO.


Samtíðis er íkomin ein nýggj trygdarstøðu, har hóttanin kemur frá einum av nærmastu sameindu okkara - USA.


Vaksandi krøv um sjálvræði

Í bæði Føroyum og Grønlandi ynskir ein meiriluti av politisku flokkunum at endurskoða og dagføra sambandið við Danmark. 


Spurningurin er nú, um tað er møguligt at samráðast um nýggjar skipanir mitt í einari altjóða kreppu.


Á webinarinum verður støðan greinað úr sjónarhornum í Washington, Nuuk, Keypmannahavn og Tórshavn. Evnini eru millum annað søgulig og nútímans áhugamál hjá USA í Grønlandi, handfaring hjá Danmark av kreppuni og gongdin í sjálvstýrisprosessunum í Føroyum og Grønlandi.


Tiltakið er ókeypis og fer fram á netinum umvegis Zoom. Tilmelding krevst á hesari heimasíðu: https://www.diis.dk/event/rigsfaellesskabet-stormagternes-skygge 


Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Silvurdrongur takkar fyri seg

Í gjár kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

Í gjár kl. 13:47