Meðan flestu okkara skutlast av kalda og ruskuta veðrinum um dagarnar, eru langteinarennarar kring landið spentir á veg inn í eina hugnaliga tíð, har nógv verður vant, og har tey við jøvnum millumbilum vitja hvønn annan í samband við vetrarkappingarnar.
Og nú eru bert góðar tvær vikur, til RASKA Vetrarkappingin byrjar aftur.
Siðbundna kappingin á Toftum, Runt Agnið, er sum vant startskotið til vetrarkappingina, og fyriskipararnir úr Roysninum lova, at farið verður aftur til at renna vanliga vegin Runt Agnið. Í fjør var annars ein roynd gjørd at renna hinvegin, og tað kendist sum ein heilt onnur ruta.
Vetrarkappingin fevnir um 8 umfør, sum verða fyriskipaði av teimum 6 feløgunum kring landið.
Trý umfør eru fyri jól, Runt Agnið, Kerjar og í Kollafirði, og hini 5 umførini eru eftir jól. Mitt í rokanum er siðbundna nýggjárshálvmarathonkappingin, sum verður runnin í Eysturoynni fyrsta leygardag í nýggja árinum.
Fyriskipandi feløgini hava frælsi at skipa sínar kappingar, sum tey halda tað vera mest spennandi fyri íðkararnar – tí kunnu onkrar broytingar koma fyri frá ári til ár, og soleiðis verður ivaleyst eisini hesaferð.
Við fyriliti fyri føroyska vetrarveðrinum verða tey 8 umførini av RASKA Vetrarkappingini runnin hesar dagar:
1. umfar – 02. november 2024 Runt Agnið: 10,3 km (uml. 3,1 km) – Roysnið
2. umfar – 16. november 2024 Kerjar (Náttúrurenning): 10,5 km (1 Km) – Hvirlan
3. umfar – 30. november 2024: í Kollafirði – Bragdið
4. umfar – 18. januar 2025 í Sørvági: – Frælsi
5. umfar – 01. februar 2025 í Havn – Bragdið
6. umfar – 22. februar 2025 í Klaksvík– Treysti 8 km
7. umfar – 08. mars 2025 í Vági – Hvistan
8. umfar – 22. mars 2025 í Runavík (FM 10 km): 10 km (5 km) – Roysnið
Kappast verður í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2008)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1970-1979)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1960-1969)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1959 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2004-2008)
-Gentur / Dreingir (f. 2009-2013)
Kappingarreglurnar eru at finna her.