Ongi úrslit

Quid pro quo - Fordeiling av almennu arbeiðsplássunum

Hermann R. Samuelsen, Valevni fyri Sambandsflokkin
9 tímar síðan

Vit mugu ásanna, at politiska skipanin kemur at vera undir stórum trýsti komandi árini fyri at fáa fíggjarlógirnar at hanga saman. Hetta merkir tó ikki, at útjaðarin skal verða niðurlagaður.

Tann styrkti infrastruktururin, sum hevur bundið Føroyar saman seinastu 50 árini, hevur gjørt tað nógv lættari at ferðast millum bygdir og býir. Tí hava vit leingi sæð, at almennir stovnar í útjaðaranum verða lagdir niður við tí grundgeving, at tað er skjótt og lætt at koyra til Havnar.

Men hetta er galdandi báðar vegir.

Tað er eisini lætt at koyra úr Havn til Sandoyar – og til Klaksvíkar. Tí fari eg sum politikari undir ongum umstøðum at góðtaka niðurlagingar av almennum stovnum í Norðoyggjum, uttan at nakað verður givið afturfyri.

Um til dømis dupultfunktiónir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verða niðurlagdar, skal ein annar partur av sjúkrahúsverkinum staðsetast í Klaksvík. Tað kundi til dømis verið, at nýggj serfrøði ella ein nýggj deild varð løgd til Klaksvíkar Sjúkrahús í staðin fyri á Landsjúkrahúsinum.

Tí er mín áheitan til tín, góði veljari:

Vel eina lokala rødd.
Tí um vit ikki verja okkara egnu økir – so ger ongin tað.

Góði veljari – vel ein Hermann.

Hermann R. Samuelsen
Valevni fyri Sambandsflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46